Brandur Sandoy spurdi millum annað hví umlættingar- og dagtilboð til børn og ung við autismu, fjølbreki og øðrum, skuldi steingjast tríggjar vikur hvørt summar. Eisini var spurt um kostnaðin av at hava hesi tilboð opin alt árið.
Landsstýriskvinnan sigur m.a. í svarinum, at orsøkinar til, at tilboðini steingja nakrar vikur um árið, eru bæði fíggjarligar, fakligar og viðvíkja starvsfólkaorku.
Skuldu tilboðini verði opin alt árið, hevði tað kostað fimm milliónir afturat um árið.
Alt svarið kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9696
Fólkaflokkurin
Brandur Sandoy