Fólkaflokkurin saman við Karl hava raðfest Kalsoynna í hesari setuni, eitt nú er ein nýggjur dagstovnur "Blómugarðurin" tikin í nýtslu tann 15. feburar í ár og tað fer at fáa sera stóran týdning fyri oynna, tað er jú børnini sum er framtíðin hjá okkum øllum.
Nýggj farstøð er gjørd á Syðradali, tað eru tvey stór stig a vegnum, men tað frættist at farstøðin á Syðradali má gerast meira vinarlig fyri fólki sum bera brek og tað má gerast skótast gjørligt.
Fekk tvær stemmur í Kalsoynni til seinasta Býráðsval, eina á Húsum og eina í Mikladali, men har skulu meira enn tveir bollar til, fyri at eg skal vera valdur inn í Klaksvíkar Býráð, manglaði lítið í síðst og bleiv fyrst eykavaldur og komi eg inn hesaferð, so skal Kalsoyggin raðfestast enn hægri.
Her nøkur mál eg ætli mær at arbeiða fyri tykkum á Kalsoynni:
- Ferðasambandi skal gerast betri, eisini bussambandi.
- Staðarbunda nevndin skal vera meira hoyrd.
- Bústaðarmøguleikarnir gerast betri, tað skal vera møguleiki at seta búgv á Kalsoynni.
- Ferðavinnan skipast betri og við tøttum samstarvið við Staðarbunda nevndina og Visit Kalsoy.
- Vegasambandi á Kalsoynni skal dagførast
- Eldraøkið má raðfestast nú og ein ætlan má gerast, so at tey eldru eisini kunnu búðleikast á Kalsoynni.
Nógv onnur mál kunnu nevnast, eitt nú kloakviðurskiftini og parkeringsviðurskiftini á oynni, men tað mugi vit koma aftur til eftir 12. november, men sum sagt, so skulu aðrir og fleiri bollar í suppuna og tað krevst at tit velja ein sterkan Símun á Høvdanum til Býráðsvalið hesaferð.
X við Símun á Høvdanum
SO VERÐUR TAÐ GJØRT
Her nøkur filmsklipp frá 2020 á Kalsoynni, sjá herundir: