Londini eru harumframt samd um, at føroysk skip, sum veiða makrel í norskum sjógvi, sjálvi gera av, um tey landa hann í Føroyum ella Noregi. Somuleiðis gera norsk skip sjálvi av, um tey landa makrelin, sum tey veiða í føroyskum sjógvi, í Føroyum ella Noregi.
Jacob Vestergaard sigur, at semjan millum Føroyar og Noreg er søgulig, tí at ongantíð áður hava Føroyar fingið eina so stóra og góða makrelatgongd sum í semjuni, ið var undirritað í dag.
Semjan, ið er orðað á nýnorskum, kann heintast her.
Fiskimálaráðið