Her er enn ein eykajáttan, hon er upp á heili 400.000,00 kr? hvat hendir? er slett onki eftirlit við okkara skattapengum?
Símun á Høvdanum
Hetta kemur fyri á almennum Býráðsfuninum í dag:
P74/25
23/00336-39 Umvæling av býráðshúsinum (tekja, útsíður og køkur) – eykajáttan, fyrra
viðgerð
Viðgjørt av Fundardagur Málnr.
1 Fíggjarnevndin 23.09.2025 91/25
2 Klaksvíkar Býráð 25.09.2025 74/25
3 Klaksvíkar Býráð 30.10.2025
23/00336-39 Umvæling av býráðshúsinum - tekja, útsíður og køkur
Frágreiðing um málið:
Í skrivi frá umsitingini, dagf. 18-09-2025, verður greitt nærri frá málinum, sum í stuttum snýr seg um, at
tørvur er á eini meirjáttan til umvæling og dagføring av býráðshúsinum. Verkætlanin fevnir um ein útipart
(klimaskerm) og ein innipart (m.a. ventilatión). Tað er serliga í samband við arbeiði á miðhæddini at
tørvur er á meirjáttan.
Ventilatiónsskipan
Til ventilatiónsarbeiðið eru kr. 1.000.000 settar av við áleið kr. 300.000 til hvørja hædd. Arbeiðið á
miðhædd og ovastu hædd er umbiðið, og áleið 2/3 av játtanini er brúkt. Írestandi játtanin til
ventilatión á veghædd er við í viðheftu útrokning. Viðmælt verður, at ventilatión verður gjørd á
veghæddini, sum upprunaliga ætlað.
Óvæntaður kostnaður og játtanarmunur
Í viðheftu útrokning er óvæntaður kostnaður settur til kr. 250.000. Hetta gevur ein mun millum
játtan og metta nýtslu á umleið kr. 200.000.
Mælt verður til at fremja alla ventilatiónsverkætlanina sum ætlað, og tískil at játta eina eyka
upphædd á umleið kr. 400.000.
Lógargrundarlag:
Kommunustýrislógin ásetur, at farast kann ikki undir meirútreiðslur uttan fíggjarliga játtan
frammanundan.
Fíggjarligar avleiðingar:
Víst verður til uppgerðina omanfyri og viðfest fylgiskjal frá roknskaparleiðaranum.
Tilmæli:
Vísandi til omanfyristandandi útgreiningar, verður roknað við einum meirkostnaði á 400.000 kr., sum við
hesum verður lagt fyri politisku skipanina við umbøn um meirjáttan.
Fíggjarnevndin 23. september 2025:
Ein meiriluti, KHJ, AíT, SVJ, tekur undir við tilmælinum, dagf. 18-09-2025, og at peningurin verður
funnin innan meirinntøkur.
JS og OáL taka støðu í býráðnum.aragraph.
Klaksvíkar Kommuna
RSS Feed