Spurningarnir snúgva seg um alt frá íløgum og bústaðarpolitikki til arbeiðstrygd og rúsevnispolitikk.
💚Beinir Johannesen spyr løgmann, nær ein langtíðarløguætlan kemur, og hvussu andstøðan verður tikin við í arbeiðið. Eisini spyr Beinir um matrikkulering: Hvussu long bíðitíðin er, og um ætlan er at broyta mannagongdirnar ella lata arbeiðið út, so málsviðgerðin fer skjótari.
💚Jacob Vestergaard spyr um, hvussu Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal fáa virksemið í rættlag, nú stovnurin ikki svarar borgarum og mál hópa seg upp.
💚Bárður á Lakjuni spyr um heildarætlanina móti rúsevnismisnýtslu: Hvussu nógv av tilmælunum eru sett í verk, og hvussu støðan er við rúsevnum í landinum.
Munnligir fyrispurningar vera fyri í løgtinginum kl. 11:00. Klikk her: "beinleiðis KVF1"
Fólkaflokkurin
RSS Feed