Øll fólk hava tørv á at hoyra til. At føla, at tað er brúk fyri einum. Grundleggjandi tørvir, sum fólk ofta fáa á einum arbeiðsplássi - samstundis sum arbeiðsplássið og samfelagið fær nógv aftur.
😓At taka hendan møguleikan frá teimum, ið hava skerdan førleika, er óvirðiligt. Tí er tað óskiljandi, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, velur at skerja skipanina um tillagað størv.
Tað vísa Jørgen Niclasen og Árni Skaale á, sum umboða meirilutan í Trivnaðarnevndini.
❌Harafturat hava so at siga allir hoyringspartar verið ímóti uppskotinum, s.s. Starvsfelagið, Samtak, Giktafelagið og MEGD.
- Tit áttu heldur at spart aðrastaðni - t.d. fyri egnari dyr - áðrenn tit leggja eftir fólki við skerdum førleika.
💚Vælkomin at deila💚
Fólkaflokkurin
RSS Feed