Her grein í Norðlýsinum, "Tjóðveldi kann vinna Norðurøkið aftur"
Verður lógaruppskotið samtykt í dag, er sera sannlíkt at Sirið setur tað í gildi beinanvegin, tí hon leggur onki í Norðoyggjar og Eysturoynna, hon tonkir bara upp á Tórshavn og Vágs bygd, men hetta kann fáa óbøtaligar skaðar fyri Norðoyggjar og Eysturoynna og sannlíkt er at Russland ongan fiskivinnusáttmálað gerð við Føroyar í framtíðini og missa vit Barentshavið, so hevur Hanus Hansen sagt at hann møgliga verður noyddir at selja Gadus.
Hetta stendur í uppskotinum:
Kapittul 2 av uppskotinum
2.1. Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Við uppskotinum verða heimildir landsstýrisfólksins at seta í verk onnur avmarkandi tiltøk mótvegis Russlandi og Hvítarusslandi á yvirtiknum málsøkjum víðkaðar. Uppskotið setir tó ikki ítøkilig tiltøk í verk, og uppskotið hevur sostatt ikki við sær beinleiðis fíggjarligar avleiðingar fyri landið ella kommunurnar.
Um ítøkilig tiltøk verða sett í verk, kann ikki útihýsast, at Russland fer at víðka síni móttiltøk til eisini at fevna um Føroyar, ella at hugurin hjá Russlandi at halda fram við fiskivinnusamstarvinum við Føroyarminkar.
Tað er tó trupult at meta um, hvørt tað er sannlíkt, at Russland vil seta móttiltøk í verk móti Føroyum, og,um so er, hvørji móttiltøk talan tá verður um, ella hvørt Russland í nevndu støðu vildi mett, at framhald av fiskiveiðusamstarvinum er lønandi.
Russland er ikki at spæla við, so væntandi verður ongin fiskivinnusáttmálið gjørdur við Russland og Føroyar kann koma at missa eina milliard í inntøkum og meira enn 200 familjur missa sítt livibreyð.
Hetta skrivar Tjóðveldismaðurin í Klaksvíkar Býráð Anfinn í Toft tann 21. november í Norðlýsinum, "Í Føroyum skulu vit taka egnar avgerðir!" men hann hevur líka lítið at siga sum Eirikur í Stórustovu, so væntandi lurtar ongin eftir honum og uppskotið verður samtykt nú klokkan 11:00.
Tingfundur verður klokkan 11:00 í dag og fyrsta punkt á skránni er:
3. viðgerð LM-001/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Víðkaðar heimildir at seta onnur avmarkandi tiltøk í verk í sambandi við hybridhóttanir o.a.)
Símun á Høvdanum
RSS Feed