Tá núverandi andstøða, tey sum seinastu fýra árini sótu við valdinum í Klaksvíkar kommunu, í mi∂li undanfarna borgarstjóra - Norðlýsinum, leggja undirritaða undir at leggja fram ósannindi fyri almenninginum, og skapa split og mistreysti, so kann eg ikki lata verða við at koma við hesi viðmerking.
Eg haldi ikki, at tað kom sum eitt yvirraskilsi á býráðspolitikkarar, at tørvur varð at taka lán fyri at fíggja virksemi hjá kommununi við øllum tí virksemi sum er.
At vit einans valdu at biðja um heimild at lána 70 mill kemst av, at við góðum samskifti vi∂ arbeiðstakarar, hava flutt nøkur gjøld til 2022.
At borgarstjórin kom sníkandi vi∂ einum skjali á fíggjarnevndarfundi er eitt sindur ni∂ursetandi. Tá limur í figgjarnevndini spurdi, hvat láni∂ skuldi brukast til deildi eg skjal út, har endurskoðaða fíggjarætlanin, við sáttmálum o.a. var ført í. Millum anna∂ hev∂i undanfarna býráð onki sett av til útstykking á Fossum og vi∂ Bor∂oyarvík, ella avsett naka∂ til at fáa skil á veghæddina í Biskupstorgi. Bara hesi trý nevndu geva eina upphædd omanfyri 80 mill.
Tá eg havi úttala meg um, at núverandi meirluti bert hevur fingi∂ okkurt smávegis ra∂fest innímillum, so er ta∂ ikki langt av lei∂. Nógv tann størsti parturin av játtanum fyri 2021 eru antin undirskriva∂ir sáttmálar ella avtalur, sum undanfarna býrá∂ einmælt hevur samtykt.
At okkara fyrr so høgt virda lokalbla∂ nú er vor∂in ein plattur hjá undanfarnu býrá∂slei∂slu, har undanfarni borgarstjóri er eigari, leggi eg ikki so nógv í. Vit í núverandi lei∂slu royna at avrika, heldur enn at hugsa um popularitet.
Øll, sum eg fer∂ist ímillum, hava gott mót og síggja ljóst uppá framtí∂ina, og ta∂ skulu tey halda fram vi∂, tí Klaksvíkar kommuna erí gó∂um hondum.
Karl Johansen, Borgmeistari
Myndir frá Býráðsfundinum hóskvøldið tann 29.04.2021