Símun á Høvdanum á talarastólinum uttanfyri Løgtinginum, skuldi verið inni í Løgtingum og sagt mína hjartans hugsan Her nakrar verkætlanir sum eru í gongd og fara í gongd í næstum.
Tjóðsavni í Hoydølum fer leysliga at kostað 300 milliónir og er tað ein meting, sum Landsverk og Tjóðsavnið hava gjørt.
Leysliga og Landsverk hevur gjørt metingina, so kemur verkætlanin heilt sikkurt at kosta omanfyri 600 milliónir, feskastu dømini um teirra metingar eru Glasir og H-Byningurin.
Sjósavnið fer væntandi at kosta 100 milliónir, men har verður tað mesta fíggja við donskum pengum við vælsignilsi frá Tjóðveldinum
Listasavni 60 milliónir, eisini her koma teir flestu pengarnir frá Danmark, eisini vælsignilsi frá Tjóðveldinum, so bara hesar tríggjar verkætlanir fara at kostað umleið 700-800 milliónir, men so kemur risa stóra verkætlanin Kampus og tað kemur at kosta okkum eina milliard.
Íalt koma bara hesar tríggjar verkætlanir at kosta okkum nærum um 2 milliardir og alt endar í Tórshavn.
Forstandi ikki útjaðarpolitikarnir, er tað ongin av tykkum sum torir at siga NEI til Tórshavn, eri tit bangnir fyri at siga tit NEI, so sleppa tit ikki inn á ting aftur, okkurt liggur aftanfyri, men hesin galskapurin má steðga nú, Føroyar er ikki bara Tórshavn, vit eru 18 oyggjar og tí skulu pengarnar býtast út til alt landi. Tíð uppá at vit fáa 5-7 valdømir aftur.
Sum nú er enda allir pengarnir í Tórshavn og onki kann lata seg gerast uttanfyri Havnina, eitt nú vegirnir í Sundalagnum, sjálvt eitt vegspegl kundi teir ikki seta upp, tí pengarnir vóru ikki tøkir. Vegakervið í Vágoynni, vegurin í Trongisvági, Mentanaðarhúsið Varpið í Klaksvík og ein kundi blivu við at nevnt økir, har onki letur seg gera, men í Tórshavn kann alt lata seg gera.
Haldi eg skuldi stilla upp til næsta Løgtingsval og havt eina valskrá og tað var at arbeiða fyri útjaðaran og javnað pengarnar út til alt Føroya fólk, ikki sum nú, har alt endar í Tórshavn.
Innan tað almenna er sama skili, men rætt skal vera rætt, Eirikur í Jákupstovu fekk eitt alment starv til Klaksvíkar, nevnliga eitt brekaumboð, men tað var ikki uttan svørslag, Kringvarp Føroya gjørdi fleiri sendingar um, hví eitt alment starv bleiv staðsett í Klaksvík? og Jóhan Dahl var í øðini, soleiðis arbeiða tey sum búgva í Tórshavn, alt skal vera í Tórshavn og tey unna útjaðarnum ONKI.
Símun á Høvdanum
RSS Feed