Tað skulu ikki so nógvar stemmur til at myndin flytir seg. Vit kunnu taka meg til dømis, fái eg 150 stemmur fleiri til hetta Býráðsvalið og Jógvan Skorheim fær 150 minni enn seinast, so farið eg framum Jógvan Skorheim, tá havi eg 263 stemmur og Jógvan Skorheim 251 stemmur og eg eri ikki sum toppskorarin á Fólkaflokslistanum til seinasta Býráðsval, eg takið sjálvandi av at gerast Borgmeistari, men har er treytin at Fólkaflokkurin fær reinan meirilutan.
Tað hevði verið nokkso gott fyri Klaksvík, at ein heilt uttanveltaður bleiv Borgmeistari, tí sum eg so ofta havi sagt fyrr og siga tað umaftur "So ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu", eg eri ikki í nøkrum innanhýsum bólkum, har onkur fær og onnur geva, soleiðis er politkkur, men soleiðis eri eg ikki.
Eg farið at arbeiða fyri øll í býnum, vera sjónligur í býarlívinum og loysa allar trupuleikarnir sum borgarnir, tað almenna og vinnan hava. Tað ljóðar at nógvir rossahandlar eru gjørdir? eru nakrir gjørdir, so er liðugt við tí eftir 12. november, SO VITA TIT TAÐ, øll skulu vera líka fyri lógina og viðgerast eins, soleiðis eri eg tá ið eg arbeiðið innan Býráðsins gátt.
Var í Býraðnum í 3. mánaðar tá ið Gunvá við Keldu bað um farloyvið og tá ið Gunvá við Keldu kom aftur, segði ein politikkari hesi orðini, "At Símun á Høvdanum var ein av teimum besti at samarbeiða við og sera góðir innan alt nevndararbeiðið, var inni í øllum málum, man visti altíð hvar man hevði Símun á Høvdanum osv. osv.....bleiv róstir uppum skýggini, men so endaði hon røðuna við hesum orðunum" ,"Men hann er ein helvitis fáni á Facebook" so vita tit tað.
Øll hini valevnini hava fólk at arbeiða fyri seg í valstríðnum, men eg stríðist einsamallir, men hava tit hug at hjálpa mær, so sigi endiliga mær frá, øll hjálp er kærkomin.
Lat okkum velja ein sterkan Símun á Høvdanum inn í Klaksvíkar Býráð, hann er tykkara og hvør sigur at møguleikin ikki er til staðar.
X við Símun á Høvdanum
Fólkaflokkurin
RSS Feed