
Tann 23. februar setti Karsten Hansen spakan í fyri einum projekti uppá yvir 500.000,00 kr. á Landssjúkrahúsinum.
Á Marknagili er eitt ørvitisprojekt fyri góðar 1. milliard ígongd, Bjørn Kalsø setti spakan í tað.
Bank Nordik niðurleggur allar deildirnar í Føroyum, so ørvitisprojektið hjá teimum kann byggjast í Tórshavn.
Posta niðurleggur eisini allar deildirnar í Føroyum, so øll umsiting verður í Tórshavn og teir byggja ella umvæla fyri milliónir júst nú.
Fótbóltssamband Føroya hevur bygt fyri 10 tals milliónir í Tórshavn.
Skansin skal bombast sundir, so aftur eitt ørvitisprojekt skal byggjast á einum brimplássið osv, osv, osv. Hvør er Mafian ídag, eru tað Norðoyingarnir ella kanst tú upplýsa okkum tað Rigmor Dam, Javnaðarkvinnan í Kontórshavn?
Hetta skrivar Norðlýsið tann 23.02.2015:
Síðan 2013 til í dag hevur løgtingið játta umleið 1,2 mia. kr. í almennar bygningar (almenn arbeiðspláss). Av hesum er umleið 1,1 mia. beinleiðis brúkt innan fyri Molan í Havn meðan einans 100 mió. Kr. er játtaðar til almennar bygningar (almenn arbeiðspláss) í restina av landinum.
Eg má spyrja, sita bara okkara politkkara í útjegarnum hendur í favn og hyggja at hesum óskilinum, ímeðna útjegarin spakuliga bløðir út.
Sjálvandi skuldi tit allir tikið tykkum saman í ein bólk og so farið í hernað ímóti sentralisering og so sett gongd í desentraliseringina. Føroyar eru nógv ríkari við fleiri oyggjum, ístaðinfyri sum nú. alt verður koyrt til Havnar.
SáH