
Síðani vit stovnaði Facebook bólkin tann 29. januar 2014 eru fleiri Dialysusjúklinar deyðir her norðuri, minnist eg rætt, so eru fýra deyðir og høvdu hesi havt betri umstøður, so er ikki óhugsandi, at vit høvdu havt teirra ímillum okkum enn.
Tað má vera sera strævið og tungt, at fara heilt suður til Havnar til viðgerðar og vera har í fleiri tímar og síðani koyra norður aftur. Hevði tað ikki verið betur, at tað bleiv gjørt á Klaksvíkar Sjúkrahúsið?
Onkuntíð í vetur hava okkara sjúklingar, ikki kunna koma suður til Havnar, tí vegirnir hava verið stongdir og tað hevur verið kolandi stormur júst tann dagin, tey skulu suður til Havnar til viðgerðar og tá hevur tað staðið sera illa til hjá teimum, men so hevur tað almenna fyriskipa, at tey kundi fara við Ternuni via Toftir, men sjálvandi hevði tað verið betur, um vit eisini høvdu hesa tænastuna í Klaksvík.
Nokk er tosað, tað skal handlast og nú hevur Karsten Hansen havt ríkiliga tíð at fingið hatta uppá pláss.
Símun á Høvdanum