Syrgiliga støðan í Ukraina varð umrødd, og ES nevndarlimurin fegnaðist um fráboðanina um, at landsstýrið tekur undir við revsitiltøkunum hjá ES.
Teir viðgjørdu eisini ynskið hjá landsstýrinum um eitt styrkt handilssamstarv við ES, og kenda málið um at tryggja føroyskum framleiðarum og útflytarum betri marknaðaratgongd til ES marknaðin fyri virkaðar fiskavørur.
At enda greiddi landsstýrismaðurin frá ynskinum hjá landsstýrinum um at menna eitt sterkari og meiri fjøltáttað samstarv við ES. Valdis Dombrovskis staðfesti, at ES virðismetir samstarvið við Føroyar, og at Føroyar eru ímillum mest týðandi útflytararnar av fiskavørum til ES, umframt at ES sinnað at umrøða, hvussu handilssáttmálin kann mennast komandi árini.
Landsstýrismaðurin fegnast um samstarvið við ES.
”Føroyar hava longu tætt og fjølbroytt handilssamstarv við ES, sum kann mennast uppaftur meira. Hetta er eisini ein partur av ætlanini at tryggja eitt nútímans og virkið samstarv við Evropasamveldið á øðrum økjum,” segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, eftir fundin.
Uttanríkis- og mentamálaráðið