
Føroysku limirnir eru Bjørn Kunoy, professari í altjóða rætti, sum í løtuni er føroyskur sendimaður í Washington, og Sjúrður Rasmussen, ið er serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.
Tað var fyrr í januar, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, undirskrivaðu eina felags áheitan á Hægstarætt um formliga at seta nevndina. Áheitanin til Hægstarætt kann lesast her.
Limirnir í nevndini
Umframt landsstýrið, ið hevur valt tvey umboð, hevur danska stjórnin valt tvey umboð og Hægstirættur trý umboð. Hægstarættarforsetin er formaður í nevndini. Nevndin hevur fylgjandi limir:
Jens Peter Christensen, hægstarættarforseti, formaður
Lars Hjortnæs, hægstarættardómari
Jens Kruse Mikkelsen, hægstarættardómari
Bjørn Kunoy (valdur av landsstýrinum)
Sjúrður Rasmussen (valdur av landsstýrinum)
Vibeke Pasternak Jørgensen, chef for Juridisk Tjeneste, Udenrigsministeriet (vald av donsku stjórnini)
Anders Sparholt Jørgensen, afdelingschef Justitsministeriet (valdur av donsku stjórnini)
Stutt um føroysku limirnar
Bjørn Kunoy
Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya í Washington. Síðani 2007 hevur hann verið løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni. Hann er professari í altjóða rætti á Fróðskaparsetur Føroya og adjunkeraður professari á Georgetown University, Washington DC. Bjørn Kunoy var formaður í dansk-føroyska embætisbólkinum, sum í 2021 kannaði møguleikarnar fyri føroyskum WTO limaskapi. Bjørn Kunoy er doctor juris fra Université Paris Ouest Nanterre (2013); LLM í evropeiskum rætti frá Europakolleginum í Brugge (2005) og hevur franskt løgfrøðiligt embætisprógv frá Université Ouest Nanterre (2004).
Sjúrður Rasmussen
Sjúrður Rasmussen hevur síðani 2004 verið serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, har hann ráðgevur landsstýrinum í stýrisskipanarviðurskiftum og løgfrøðiligu viðurskiftunum við Danmark. Hann var í 1993 limur og skrivari í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi uppskot til endurskoðaða føroyska stýrisskipanarlóg, og var í 2004 við í føroysku sendinevndini, sum samráddist við donsku stjórnina um lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera. Sjúrður Rasmussen hevur lokið løgfrøðiligt embætisprógv frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn í 1982.
Løgmansskrivstovan