Sparingar fyri milliónir skulu gerast í heilsuverkinum, almannaverkinum og skúlaverkinum. Tað eru boðini úr landsstýrinum.
💸Samstundis er landsstýrisumsitingin vaksin við tí rúkandi ferð. 32,6 mió. kr. er hon dýrkað síðani 2022!
(Tað merkir ein vøkstur á 26,2% síðan 2022, ella 8,7% í miðal, ið er væl hægri enn tann høgi útreiðsluvøksturin, sum annars er.)
😓Landsstýrið hevur ikki víst á nakra ætlan um at tálma útreiðsluvøkstrinum. Men heldur spara tey, har byrðarnar eru tyngstar.
Áðrenn landsstýrið fer við spariknívinum í økjum, sum veruliga hava týdning, áttu tey heldur at gingið á odda við at tálma útreiðslurnar hjá sær sjálvum.
💚Vælkomin at deila
Fólkaflokkurin