Endamálið við vitjanunum hevur verið at kunna seg um umstøðurnar á sambýlunum, bæði um fysisku karmarnir, eins og umstøðurnar hjá búfólki og starvsfólki, við atliti at eftirliti og námsfrøðiligu menningini.
Í dag verður heilsufakliga eftirlitið framt av landslæknanum, meðan námsfakliga eftirlitið verður framt í samstarvi við "Tilsynsenhed Midt" í Danmark.
Tað eru fólk, sum hava tørv á persónligum stuðli fyri at megna gerandisdagin, sum búgva á sambýlunum, og eru sambýlini skipaði eftir hvørja tænastu búfólkini hava tørv á.
Annika Olsen, landsstýriskvinna er sera væl nøgd við vitjanirnar. “Tað var lívsjáttandi og hugaligt at hitta og fáa eitt prát við búfólkini, og síggja hvussu væl tey trívast í sínum heimliga umhvørvi.”
“Hóast karmarnir allastaðni ikki eru nøktandi, er tað umráðandi og gott, nú endurskoðanin skal fremjast, hjá mær sum landsstýriskvinnu at vita, at starvsfólkini eru dugnalig og umsorganarfull, og at tey ganga høgt uppí sítt starv. Starvsfólkini eiga sín stóra lut í, at sambýlini eru heimlig og hugnalig hjá búfólkunum at búgva í,” sigur landsstýriskvinnan í stuttari viðmerking.