Einastu sum einki fingu, vóru Óluva Klettskarð og Jónleif Johannesen, sum umboða Norðoyggjar.
Norðoyggjar fara at missa umleið 80 milliónir um árið. Tvey skip vera løgd sambært. reiðarnum Krstian Martin Rasmussen og Hanus Hansen og ringvirkningarnir vera øgiligur, bæði hjá teimum og innan allar smá fyritøkurnar her norðuri, sum eru veitarar til Hvalnes og JFK.
Eisini frættist ímorgun, at línuskipi Ågot verður lagt og reiðarin skrivar á Facebook vanganum hjá sær, at hetta vera seinastu jól, hann verður reiðari hjá Ågot, tí teir hava ongan møguleika at klára seg.
Tað kann eisini fáa stóran ávirkan innan ítróttin her norður, tí hesar fyritøkurnar hava stuðla øllum ítróttinum her norðuri sera nógv, men nú tær standa til at missa 10tals milliónir um árið, so vera væntandi ikki teir stóru pengarnir at stuðla frítíðarvirkseminum og ítróttin her norðuri.
Óluva og Jónleif hava start seg blindan í Høgna Hoydal og Norðoyggjar vera tann sum ferð at missa allermest.
Tingfundurin er nú niðurlagdur, men verður tikin uppaftur um hálvan tíma.
Eg havi sagt tað fyrr og eg skal siga tað einaferð afturat, skommin er tykkara Óluva, Jónleif, Aksel og Eyðgunn.
SáH