Líka til høgra beini er umsitingin av Norðoyatunnilinum
Tað sær út sum, at vit í Noroyggjum skulu blíva við at gjalda til Norðoyatunnilin, sjálvt um hann er útgoldin, men so er at krevja at umsitingin av Norðoyatunnilinum flutta til Norðoyggjar beinanvegin, helst í hesum mánaðinum ella í Februar.
Inntøkurnar í Alivinnuni og Fiskivinnuni fara minka munandi, har fleiri hundratals arbeiðspláss á hesum økjum vera løgd niður. Tað er sjón fyri sókn, har Bakkafrost longu hevur sagt 147 fólkum úr starvið og um nakrar mánaðarar, so verður túrurin hjá okkum í Klaksvík og tað verður bæði í Alivinnuni og Fiskivinnuni.
Á Norðoyatunnlinum arbeiða ikki so nógv fólk, men tað er so ein lítil byrjan. Eydnast tann flytingin væl, so er bara at halda áfram, tað má vera uppá tíðina, at almennir stovnar vera fluttir runt alt Føroya land.
Fyri at hetta skal lata seg gera, so er tvingandi neyðugt, at allir útjaðarapolitikkarnir standa saman og so er at býta kristliga almennu stovnarnar ímillum økini. Onkrir kunnu fara til Suðuroyar, onkrir vestur til Vágar, onkrir til Sandoynna, onkrir til Eysturoynna, onkrir til Norðoyggjar og so sjálvandi onkrar í Suðurstreymoy. Hetta fer at gera eini javnari Føroyar og er tað ikki tað øll vilja hava.
Símun á Høvdanum