Segði Bárður á Lakjuni, sum setti skíggjatíð, snildfon og sosialir miðlar á skrá í Løgtinginum herfyri.
Sum nevnt, so er menningin á talgildu pallunum ómetalig, har stóru tøkni-risarnir stýra showinum. Endamál teirra er fyrst og fremst at tjena pengar, og tað má sigast at eydnast í ríkiligt mát. Havandi í huga, hvørja ávirkan tað hevur á krops- og sálarheilsuna.
Ábyrgdin og uppgávan er ómetaliga stór og umfatandi, men samstundis so alneyðug.
Í Svøríki hava myndugleikarnir sett forboð fyri fartlefonnýtslu í fólkaskúlanum.
Fyrr í ár fekk franski forsetin, Macron, handað eina frágreiðing, har niðurstøðan segði, at myndugleikarnir eiga at seta forboð fyri sosialum miðlum hjá børnum og ungum upp til 18 ár.
Frágreiðingin mælir eisini til, at børn upp til 11 ár als ikki skulu hava fartelefon, og at snildfonir skulu vera ólógligar fyri børn til og við 13 ár.
Í Føroyum skulu vit gera greitt, hvat vit ynskja at gera. Tí okkurt skal gerast.
Bárður á Lakjuni
Fólkaflokkurin