KVF hevur gjørt sera nógv burtur úr at noyðingar bara betala 20,00 kr. fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, men passar nú tann upphæddin? Spennandi at vita hvussu nógv vit hava goldið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin í 2021?
Ein spurningurin kundi okkara Løgtingsmenn her norðuri sett landsstýrismannin í samferðslumálum, hvussu nógv tað kostar at viðlíkahalda Norðoya Tunnilin um árið? og kostar tað umleið 6-7 milliónir at viðlíkahalda tunnilin og reka tunnilin, so spurt hvat restina av pengunum fara til?
Símun á Høvdanum