Útbúgving og íverksetan
Tað er av ómetaliga stórum týdningi fyri eitt land, at fólkið og serliga ungdómurin nemur sær útbúgving, hevur virkis- og íverksetarahug. At fólkið tekur útbúgvingar, bæði bókliga og handaliga, og serliga har størsti tørvurin er.
Tað er ikki av minni týdningi, at vit politikarar hinvegin stuðla vinnuspírum. At vit stuðla íverksetan og skapa fyritreytirnar fyri einum meir fjølbroyttum arbeiðsmarknaði við nýggjum arbeiðsplássum í nýggjum vinnum - eisini vitanartungum størvum á øllum økjum. Vit skulu skapa fortreytirnar og menna servitan og fara útum landoddarnar við okkara servitan, og tað gera vit longu. Vit hava lært aðrar tjóðir at fiska og vit hava fakfólk á ymsum serøkjum í øðrum londum. Vit skulu halda á við hesum og menna og skapa fleiri nýggj arbeiðspláss til føroyingar bæði her heima og aðrastaðni. Føroyingar eru raskt fólk og eftirspurd arbeiðsmegi nógvastaðni. Hetta skulu vit brúka og byggja víðari á og gerast ein størri partur av alheimssamfelagnum. Vilja vit, megna vit.
Ágrýtni og virkishugur skal lønast, ikki revsast
Fólkaflokkurin er ein vinnuflokkur og helst einasti flokkur á løgtingi, sum veruliga gongur høgt uppí at stuðla øllum vinnulívi og geva tí bestu kor at virka undir . Vit eru beint tað øvugta av sosialismu, sum mest hugsar um at skatta alt og øll mest møguligt. Vit vilja stuðla íverksetan og nýggjum vinnuspírum og geva hesum bestu kor. Tað skal loysa seg at arbeiða og taka eitt eyka tak. Tey sum skapa framburð og arbeiðspláss skulu lønast. Tað er ómetaliga umráðandi við einum fjøltáttaðum arbeiðsmarknaði, so vit gerast minni sárbar yvirfyri sveiggjum í búskapinum. Vit skulu hava fleiri bein at standa á.
Vinnulívið er grundarsteinurin undir vælferðarsamfelagnum, sum vit hava í dag, og tað er alneyðugt, at hann liggur trygt og gott . Fólkaflokkurin er einasti flokkur, sum veruliga í praksis skapar fyritreytirnar fyri einum einum burðardyggum vælferðarsamfelagið. Vit hava besta vælferðarpolitikkin. Tað hava vit víst í praksis síðstu 3 árini.
Maður skal smíða sær eydnuna góða
Tit ungu, tit eiga framtíðina. Gerið orðini hjá Rasmus Effersøe til tykkara. Maður skal smíða sær eydnuna góða við teim evnum, sum skaparin gav. Gerið dreymarnar til veruleika og verið við til at byggja land. Fólkaflokkurin skapar fyritreytirnar, og vit síggja ikki reytt, um tykkara fyritøka eydnast og vinnur pening. Fólkaflokkurin stuðlar íverksetan, virkishugi, visiónum og vil vera við til at skapa nýggj arbeiðspláss.
Minni alment, meir privat.
Fólkaflokkurin ynskir, at tað almenna skal vera ein so lítil partur sum møguligt av dagligdegnum hjá hvørjum einstøkum. Vit seta tað persónliga frælsi høgt og seta prís uppá sjálvbjargnishug. Vit ynskja frælsi hins einstaka til at ráða yvir egnum pengum og hvat hann brúkar tær mangan hart vunnu krónurnar til. Okkara høvuðsmál er, at øll skulu klára seg sjálv uttan stuðul og uppíblandan frá almennari síðu.
Soleiðis kunnu vit eísini nógv betur brúka orku og pening uppá at hjálpa teimum, sum veruliga treingja , og teimum vilja vit stuðla á besta hátt. Hetta eru ikki bert tóm orð. Fólkaflokkurin hevur víst í verki síðstu 3 árini, at tað megna vit betri enn nakar annar flokkur, hóast vit stóran part av tíðini ikki fingu arbeiðsfrið.
Góði veljari, ver við til at stuðla hesum politikkinum, sum eg trúgvi, at føroyingar flestir innast inni taka undir við. Vælferðarsamfelagið Føroyar kann takka fólkaflokkinum fyri, at tað ongantíð áður er avsettur so nógvur peningur til heilsu- og almannamál, og at samferðslan er so væl útbygt, sum hon er. Vel fólkaflokkin. Vit eru besta trygdin fyri framburði og besta valið um tú ynskir Føroyar framá og einar fríar og frælsar Føroyar og eisini frælsi til hvønn einstakan at brúka størsta partin av sínum egnu pengum sjálvur.
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur