Nógv fólk møtti til fundin og var fundurin í gamla Ósáskúlanum.
Á 1. og 2. uppstillingarfundinum vóru nøkur mál umrødd og tað var tað eisini á 3. uppstillingarfundinum.
Onkur helt at listin kundi verið væl størri og sum sæst so er ongin Býráðspolitikkari á listanum, men nevndin í Norðoya Fólkafloksfelag upplýstið at tey hava samtykt, at man stillar ein upp fyri hvøjar 1.500 borgarar, tí eru bert 4 fólk á listanum og Løgtingsfólkini eru sjálvskrivaði.
Í framtíðini fær Suðurstreymoy ein øgiligan fyrimun við hesari ásetingini, Suðurstreymoy kunnu seta 16 á listan og í Norðoyggjum sleppa bara 4 á listan.
Hetta er sjálvsagt taktist fyri tey sum sita inni fyri Norðoyggjar í løtuni, tí so kunnu tey fáa allar stemmurnar, men tey skulu ikki føla seg ov tryggan at stemma verður júst uppá tey, tí handan samansetingin er ikki góð nokk fyri allar Norðoyggjar, øll eru ikki tikin við og tað kann gott gera at veljarin velur ørvísið hesaferð.
Veljarnir vilja sjálvsagt velja onkur nýggj valevnir, sum ikki hava stilla upp fyrr og tann fjórði sum kom á listan hjá Norðoya Fólkafloksfelag var heilt niðri á einum 7. plássið til Býráðsvalið síðst, hví tey sum fingu nógv fleiri stemmur enn hon ikki sloppið á listan, kann man bara spyrja nevndina í Norðoya Fólkafloksfelag um?
Eg segði mína meining á báðum uppstillingarfundunum, men tað var ikki lurtað eftir mær, men soleiðis er politikkur og tað má ein liva við.
Hesi eru komin á listan hjá Norðoa Fólkalfoksfelag:
Beinir Johannesen
Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur
Árni Skaale
Rannvá Isaksen
SáH




RSS Feed