Vegurin og gongugøtan við Elding, Soli Deo Gloria, Borg og Kjølbro er liðugt gjørt, men tó manglar gongugøturnar til húsini sum liggja fram við Stangarvegin og tá skal gerast nú, ongin grund til at bíða í fleiri ár við tí, gerið nú arbeiðið liðugt, so borgarnir kunnu koma trygt til síni hús, sjá filmsklipp herundir.
Hetta geldur eisini gongugøturnar runt allan býin, eitt nú á Búatrøð og aðrastaðni við. Nokk grivið gerið liðugt!!!!!
Gera tit ikki tað, so skal eg syrgja fyri at tað verður gjørt aftaná tann 12. november, um eg verið valdur inn, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.
Soleiðis arbeiðið eg, blívi við at koma við mínum ætlanum um okkara kæra bý og at gera tað betri og tryggari í ferðsluni í Klaksvík, nevnast kunnu Garðavegin, Heygavegin og nú Stangarvegin.
Eg havi fingurin á pulsinum og eri ímillum borgarnar dagligt.
Velji ein sum við Klaksvíkingina væl
Símun á Høvdanum,
valevnið hjá Fólkaflokkinum
Her filmsklipp tikið upp í august 2024 og sum 8.400 fólk hava sæð: