Til rætta viðkomandi á Løgtinginum:
Nú er árið 2015 av - og vit á Norðoya Portali vilja gjarna vita, um Løgtingið fer at leggja framm uppskot - har skip frá Sea Shepherd ikki sleppa á føroysk sjóøkið og harvið ikki fáa kjansin, at leggja uppí okkara mentan - nevniliga grindaveiðuna.
Eisini skal havast í huga, at áleið 20 ferðamannaskip hava longu avlýst teirra ferðir til okkara land, tí at felagsskapurin Sea Shepherd hevur fortalt teimum propaganda søgur um okkara land.
Nú byrjar so árið 2016 og um ikki so langa tíð (juni), so kann roknast við at Sea Shepherd kemur aftur til Føroyar fyri at gera ónáðir aftur - og tí hevði tað eisini verið uppá sítt pláss, at tit á Løgtinginum tóku hetta málið upp, áðrenn tað endar galið.
Í tí Donsku Grundlógini stendur skrivað, at ein kann nokta fólkið at mótmæla, um mótmælisgongan bert hevur terror til endamáls og undirritaði vil staðfesta, at hesin felagsskapur hevur mangt brúkt terror - soleiðis, at tey skula fáa sín vilja framm. Og tí seti vit hesar simplu spurningar framm til Føroya Løgting:
1. Fara tit í holt við at broyta lógina soleiðis, at skip frá Sea Shepherd ikki sleppa inn á føroysk sjóøkið í ár 2016 ..?
2. Fara tit eisini at burturvísa Sea Shepherd fólk úr Føroyum - um tey einans hava til endamáls, at forða fyri grindamentan og hervið eisini oyðileggja okkara góða navn og æru ..?
3. Ella fara tit bara lata sum luft - har ferðavinnan hjá okkum fer at føla ein enn størri smeit - enn hvat tey føldu í 2015 ..?
Vinarliga
Jógvan á Høvdanum (yngri) Tann 04.01.2016
- Norðoya Portalurin (www.nordportal.net)