Føroya Bjór skal viðgerast ordiligt og tey skulu sjálvandi hava møguleika at útbyggja seg, júst har Føroya Bjór er staðsett nú, so mugi hini tillaga seg eftir Føroya Bjór og ikki øvugt.
Føroya Bjór hevur verið á hasum økinum síðani 1888, tað átti okkara borgmeistari Karl Johansen at vita, soleiðis viðgerð man ikki okkara elstu fyritøku og okkara stoltleiki, var tað ikki borgmeistarin sum skrivar "SamBand við fólki" og tað fyrsta hann gerð, er at fornerma Føroya Bjór, har stjóri í Føroya Bjór sigur "at hetta er fyrsta stig at reka Føroya Bjór úr býnum, her vit hava verið í 136 ár........", tað má og skal ikki henda.
Eg havi bara gott at bera Føroya Bjór og starvsfólkunum har, Maverick hevur stuðla Føroya Bjór 100%, tað sleppur bara Føroya Bjór øl og sodavatn inn í okkara hølir, orsøkin er at góðskan hjá Føroyar Bjór er í verðins klassa og kundatænastan er tann besta í Føroyum, hetta átti okkara borgmeistari Karl Johansen at tonkt uppá, nú hann er í fer við at skumpa Føroya Bjór til viks.
Eg skal so lova Einar, Elisu, Anniku Waag og starvsfólkunum, at verið eg valdur tann 12. november, so skal Føroya Bjór viðgerast ordiligt av Klaksvíkar Kommunu, alt annað verður slett ikki góðtikið, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.
Seinast val var fyri 4. árum síðani var eg á økinum hjá Føroya Bjór, har starvsfólkini høvdu gramt seg um alla lortaroyking ímillum Føroya Bjór og Biskupstorg, eg sendi eitt filmsklipp um trupuleikan og tað gekk ikki lang tíð, so vóru Gunleiv Joensen og sonurin á økinum og gróvu alt upp og legði nýggj kloakrør í, so viðurskiftini komu í rættlag og lortaroykurin bleiv burtur, soleiðis arbeiðið eg, farið á staðið og so forklári eg Klaksvíkar Kommunu beinleiðis um trupuleikarnar í býnum og sum oftast lurtar KK eftir mær.
Tit fáa so ein inn í Klaksvíkar Býráð, sum torir at siga sína meining og ein sum er 100% lokalur har Klaksvíkar Kommuna er fyrst og sum vil okkara býi, fyritøkum og fólkum alt tað besta.
X við Símun á Høvdanum
Valevnið hjá Fólkaflokkinum