Franska løgreglan boðar frá, at 133 persónar fingu skaða og 412 blivu handtikin í miðøkinum í París og meta teir, at hetta er ein villasta mótmælisgongan í fleiri ár.
Mótmælisfólkini settu eld á bilar, rændu handlar og matstovur. Upprunaliga varð mótmælisgongan ætla teim høgu bensinprísunum, men tað útviklaði til at umfata livikostnaðin og politikkin hjá forsetanum Macron.
Ein talsmaður fyri stýrið sigur, at forsetin, forsætisráðharrin og innanríkismálaráðharrin fara at meta um øll alternativ í einum fundi ídag.
JáH (y) 02.12.2018