
Samanlagt fáa fólkapensjónistar fíggjarligan lætta, og verða fólkapensjónistar tí ávirkaðir jaliga av teimum átøkum, ið verða framd av landsstýrinum í 2016.
Niðanfyri er víst útrokning fyri fólkapensjónistar, ið einans hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av. Fyri hjún hava samlaðu broytingarnar við sær, at stakur pensjónistur fær 4.602 kr. meira um árið, svarandi til 384 kr. meira um mánaðin í 2016 enn í 2015. Fyri hjún verður samanlagt talan um 4.700 kr. meira um árið, svarandi til 392 kr. meira um mánaðin samanlagt.
Fólkapensjónistar fáa fíggjarligan fyrimun av fylgjandi broytingum:
- Hækking av útgjaldi úr Samhaldafasta (AMEG) (um 9.600 kr. meira árliga)
- Hækking í viðbót til teir pensjónistar, ið hava lítla ella onga egininntøku og tí bara – ella næstan bara – hava fólkapensjón og Samhaldfasta at liva av (1800 kr. meira árliga)
- Lækking av landsskatti hjá lág- og miðalløntum.
- Umlegging av Kringvarpsgjaldinum (úr 3.600 kr. árliga pr. húski, niður í 600 kr. árliga pr. fólkapensjónist).
Les meira HER
JáH (y) 13.12.2015
Kelda: Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið