Hevði hugburðurin hjá Dennis Holm verið galdandi fyri 15 árum síðan, høvdu vit ongantíð farið í nakað makrelstríð og føroyski parturin av makrel- og sildafiskiskapinum hevði framhaldandi verið ein viðfáningur.
Somu røddirnar frá fiskifrøðingum, vinnuni og politikarum um “burðardygga” veiðu og tryggleikan við at verða í einari avtalu, vóru at hoyra tá, hóast avtalurnar vóru sera vánaligar fyri Føroyar.
Sum nú er, er hvørki fiskiskapurin eftir makreli ella sild er “burðardyggur” eftir tí sum Dennis Holm kallar “burðardygt”.
ES er ikki við í makrelavtaluni og Ísland er ikki við í sildaavtaluni.
Fiskiskapurin eftir makreli hevur ongantíð verið “burðardyggur”.
Enn einaferð – støddin á stovninum hevur onki við tilgongdina/endurnýggingina av stovninum at gera.
Vit skulu sjálvsagt hava avtalur um fiskiskapin ímillum strandalondini, har atgongd eigur at verða ein náttúrligur partur.
Trupulleikin er, at vit við makrel- og sildaavtalunum, eru farin eftir hæli, hava mist okkara sterku støðu og gjørt vánaligar avtalur.
Serliga Noreg, men eisini Bretland, hava fingið í posa og sekk, meðan Føroyar standa eftir við einum tapi, sum bara í ár, er 100-tals milliónir.
“Burðardyggi” fiskiskapurin hjá Dennis Holm er ikki búskaparliga burðardyggur fyri føroysku tjóðina.
Jacob Vestergaard
RSS Feed