So vónandi fer ikki at ganga alt ov long tíð til, at vit sum vald eru í Bygdaráðið fyri Kunoyar Kommunu - fáa greiðu á Bakkafrost málið, har roknast eisini kann við, at fleiri fólk úr Kunoyar Kommunu fáa arbeiðið hjá Bakkafrost ... um vit nú spæla kortini hjá okkum rætt.
Tað líkist ongum, at ikki fæst greiðu á hetta mál og at tað skal ganga so long tíð, sum tað nú einaferð hevur gingið - har faktist ongin veit við vissu - hvat tað heila snýr seg um. Soleiðis sum undirritaði annars hevur skilt tað, so skal Bakkafrost (umvegis Klaksvíkar Kommunu) læna vatn frá Kunoyar Kommunu, har Klaksvíkar Kommuna sjálv kemur at skipa fyri, at ongin á verður tømd og eftirlit verður við hesar áir regluliga, sum Bakkafrost fer at brúka. Umframt tað, so segði Regin á Bakka (stjóri á Bakkafrost), at fólk úr Kunoyar Kommunu - kunna rokna við, at fáa arbeiðið, tá ið heimsins størsta smoltstøð letur upp einaferð í nærmastu framtíð.
So stutt sagt - um ongin á verður tømd og vit fáa betri samstarv við Klaksvíkar Kommunu, umframt at fólk úr Kunoyar Kommunu fáa arbeiðið - hvat kann tá vera trupuleikin við at "læna" vatn til Klaksvíkar Kommunu ?!?
Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu.