Tað er eingin ivi um at familjan er kjarnin í okkara samfelagið. Vit ynskja tí at arbeiða fyri at samfelagið verður so gott at liva í sum gjørligt, serliga hjá ungum familjum.
Í valskrá okkara eru fleiri lyftir til hendan bólkin, her eru nøkur teirra:
- Vit skulu hækka barnafrádráttin.
- Ungar familjur skulu kunna seta føtur undir egið borð, og tí skal sethúsabygging frítakast fyri MVG. Tey sum brúka hendan møguleikan fáa ikki rentustuðul
- Peningur til ansing skal fylgja barninum.
- Foreldur skulu hava frælsi at skipa barsilin, sum tey sjálvi ynskja.
Eisini vilja vit at øll, eisini tey sum ikki hava møguleika at byggja sítt egna heim, skulu hava møguleika at fáa eitt gott og trygt heim. Tí siga vit eisini í valskránni:
- Vit skulu skapa karmar fyri einum fjøltáttaðum bústaðarmarknaði.
Øll valskráin kann síggjast á: www.folkaflokkurin.fo
Gott val, øll somul.
X við lista A
Árni Skaale