
Norðurlendsku ráðharrarnir í javnstøðumálum úr Svøríki, Norra, Danmark, Finnlandi, Íslandi og Føroyum vóru í pallboðinum, sum viðgjørdu nøkur av hesum málum, og hvussu londini arbeiða við at seta hesi í verk.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna legði fram tær avbjóðingar, sum Føroyar hava at tryggja einar burðardyggar Føroyar, har javnstøða er ein týðandi partur.
Nógv fólk vóru komin at lýða á og seta spurningar, m.a umboð úr UNESCO, ILO og onnur.
Til ber at lesa røðuna HER
Kelda: Almannamálaráið 17.03.2016