Grein frá Heilsu og innlendismálaráðnum tann 16-06-2019:
Í vár metti Landsverk at 43 mió. kr. fóru at vanta í útbyggingini á Landssjúkrahúsinum. Tí heitti Heilsu- og innlendismálaráðið á Landsverk at gera nærri greiningar av hvørji átøk kunnu gerast fyri at avmarka meirútreiðslurnar.
Landsverk hevur greinað byggiverkætlanina nærri, og er niðurstøðan hjá Landsverki tann, at skal nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum gerast liðugur í verandi líki, fara slakar 51 milliónir krónur at vanta í. Tað hevur Landsverk, ið er byggiharri, kunnað Heilsu- og innlendismálaráðið um.
Afturat hesum eru ymisk krøv og ynski, sum kunnu hava við sær, at H-bygningurin dýrkar nakað afturat.
Heilsu- og innlendismálaráðið heitti fyri jól á Landsverk um at hyggja nærri at útbyggingini á Landssjúkrahúsinum. Landsverk hevur kannað byggiroknskapin frá 2009, tá ið upprunaliga verklagslógin kom í gildi, og fram til í dag, og er komin eftir, at peningurin fer at vanta í.
Heilsu- og innlendismálaráðið
Fyri Guds skyld játtið teimum ikki fleiri pengar, farið heldur og sendi teimum eitt endurgjaldskrav, tí har ruggar ikki alt rætt í hasari byggigøluni. Hatta má STEÐGAST NÚ, hatta er total langt úti, tað kann ikki vera rætt, at Føroya fólk skulu gjalda 100tals milliónir í meirkostnað av H-Bygninginum og tit politikara bara hyggja at.
Símun á Høvdanum
RSS Feed