Tann 24. oktober løgdu Hanna Jensen og Ruth Vang uppskot fyri tingið, um at útseta kvotskipanina frá at hava gildið 1. januar 2019 til 1. januar 2020. Her uppskotið hjá teimum báðum, klikk her: "Løgtingsmál nr. 53/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi(Útseta kvotuskipan til 1. januar 2020)
Men enn einaferð hevur Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hildu vinnuna fyri turra spott og nú hava hesar, má eg kallað tær "vingliskøltarnir" tikið sítt uppskot aftur og hetta tíðindaskriv er sent út frá Løgtingsskrivsstouni tann 4. november 2018:
Samgongan samd um at stovnsrøkt er høvuðsmálið
Tingkvinnurnar hjá Framsókn boða frá, at tær taka uppskotið aftur, ið varð lagt fram á løgtingi herfyri.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í næstum at leggja fram uppskot, hvussu farast skal fram viðvíkjandi botnfiskaveiðini undir Føroyum í 2019 – harundir spurningarnar um umsitingarætlanir og fiskidagar og kvotur.
Landsstýrið er á einum máli um, at stovnsrøktin og burðardyggur fiskiskapur er høvuðsmálið í øllum arbeiði við umsiting av okkara fiskastovnum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis - og vinnumálum
SáH
RSS Feed