Jógvan Skorheim hevur eisini prógva, at hann heldur ikki dugir at stýra einum flokki og hevur hann einsamallir klára at koyrt ein heila flokk á heysin, nevnliga Sjálvstýrisflokkin og tá ið hann ikki megnaði at stýra meira, so rýmdi hann av søkkandi skutini og teknaði seg úr flokkinum, so onnur kundi taka hansara vána verk upp, næstan á sama hátt sum hevur gjørt við Klaksvíkar Kommunu.
Sjálvstýrisflokkurin hevur nú ongin tingfólk á Løgtinginum og ongar Býráðslimur í Klaksvíkar Býráð og fíggjarliga á knøðunum, men nú Jógvan Skorheim er rýmdir, so er flokkurin spakuliga á veg uppaftur, men tað fer at taka langa tíð til hann verður tann sami flokkur, sum áðrenn Jógvan Skorheim tók yvir leiðsluni, men hann yvirlivdi.
Hetta fer eisini at henda í Norðoya Fólkafloksfelag, Jógvan Skorheim er ein EGOIST, tonkir bara uppá seg sjálvan og so fjandan á hinu og tað kann fáa óbøtaligar skaðar fyri Norðoya Fólkafloksfelag. Okkara felag hevur altíð staðið saman, sjálvt um vit eru ósamd í fleiri málum, men innanflokka hava vit altíð arbeitt sum ein flokkur, men nú er væntandi at tað verður einaráðandi á sama hátt sum Sjálvstýrisflokkur bleiv stýrdur av Jógvan Skorheim og fólk fara at rýma úr flokkinum, tí er tað sera týdningarmikið at Símun á Høvdanum verður sera sterkur tann 12. november, tí eg eri ikki bangin fyri at taka kampin upp móti Jógvan Skorheim, hann skal ikki sleppa at oyðileggja Norðoya Fólkafloksfelag, saman standa vit sterk og tað skal JS bara góðtaka.
Greinin í Norðlýsinum prógvar hvat Jógvan Skorheim ætlar, nú hann er komin inn í Norðoya Fólkafloksfelag, tað fyrsta hann gerð, tað er at skriva sera niðurgerandi grein um samgonguna í Klaksvíkar Býráð, har Fólkaflokkurin hevur 5 Býráðslimur og fer so langt at hann gevur hesari samgonguni alla skyldina fyri fíggjarligu støðuni og av ørvitis projektunum frá undanfarna samgongu, sum als ikki vóru fíggjaði og sum vit skuldi gera liðug og gjalda, tí er lánibyran ovurhonds stór og vaksin til himmals.
Nøkur projekt eru gjørd liðug og tey eru vit glað fyri, eitt nú Metanaðarhúsið Varpið, Rennibreytin, Kappróðraneystið, Ídnaðarøkið á Borðoyavík, á Fossum, Barnagarðurin í Norðoyri, Bollafabrikkin, nýggjan fótbóltsvøll og ein kundi blivu við, men alt hevur havt sín prís og tað er tað Fólkaflokkurin hevur gjørt, vit hava ruddað upp eftir Jógvan Skorheim og hansara harkaliðið, men JS er snildur, bert tríggjar mánaðar áðrenn Býráðsvalið, so teknaði hann seg sum lim í Norðoya Fólkafloksfelag og nú heldur hann at hann kann halda áfram, har hann slepti sum Sjálvstýrismaður og andstøðupolitikkari, men so væl spælir klaveri ikki og vónandi eru fólk vaknaði, tí hatta er tað sama sum, at Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð melda seg inn í Víking tann síðsta dystin í árinum og á tann hátt kunnu kallað seg Føroymeistarar í 2024.
Hvussu frekur kann ein vera og eru fólk so pill býtt, at tey ætla at velja ein persón, sum hevur koyrt Klaksvíkar Kommunu næstan á heysin, hevur koyrt ein heilan flokk á heysin og nú ígongd við at rakka hesa samgonguna niður í sand og øsku, har hann upplýsir borgarnar í Klaksvíkar Kommunu, at okkara samgongu slett ikki hava skil á nøkrum sum helst og slett ikki tí fíggjarliga.
Havi ikki fylgt við hvussu tað gongur í vinnulívinum hjá Jógvan Skorheim, men har má ganga serstakliga gott fíggjarliga, tí hann hevur heilt sikkurt skil á hansara mongu feløgunum, eins og hann hevur havt tað í Sjálvstýrisflokkinum og Klaksvíkar Kommunu, hann er jú best í øllum og hevur ongan feil.
Forstóð ongantíð hví hann slapp at tekna seg sum lim í Norðoya Fólkafloksfelag og var eg tann fyrsti sum mótmælti, har eg segði í einum Live klippi á Facebook, at um man hevði loyvið at kallað ein persón "Judas", so var hann eitt gott boð.
Nei Klaksvíkar Kommuna hevur uppiborið betri, vit skulu í felag menna Klaksvíkar Kommunu enn meira, raðfesta betri og fáa skil á tí fíggjarligu støðuni.
Vit hava knasandi góð fólk og knasandi góðar vinnulívsmenn og vinnulívskvinnur, so tað skal nokk ganga. Vit hava bara ikki havt góðar borgmeistarar tær seinastu seturnar, men tað kunnu tit rættað upp á tann 12. november og velja Símun á Høvdanum inn, eg tori at taka kampin upp móti hasum báðum, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.
Gev mær stemmuna, so verður skil á.
Símun á Høvdanum,
Valevni hjá Fólkaflokkinum