Hvar er miðflokkurin í kvøld, nú Alment orðaskiti um pensjónsaldurin er í Smæruni?
HER ER SVAR MÍTT:
--------------------------------------------------
Góða X
talan var um eitt formansorðaskifti- og formaður Miðfloksins sendi fyriskiparunum eina avlýsing kl. 16.16 við hesum orðum: "Vegna bráíkomnar umstøður ber okkum tíverri ikki til at taka lut á fundinum í kvøld".
Bráíkomnu umstøðurnar vóru, at júst tá frættist á sosialu miðlunum, at ófriðarkroppar høvdu ætlanir um at gera seg inn á ísraelsku gestirnar, sum vóru við á fundinum hjá "vinum Ísraels í Føroyum"(og tað gjørdu teir eisini). Hesin fundurin var kl. 19.00- tvs. somu tíð sum pensiónsfundurin var.
Tá var eingin ivi hjá mær og Miðflokkinum at raðfesta umaftur og vísa Ísrael og Ísraelsku vinum okkara okkara fulla stuðul!
Ein avbera góður fundur- men ein ræðulig skomm, at vit sum samfelag loyva uttanífrákomnum búrkroppum at sleppa at gera seg inn á gestir okkara!
Jenis Kristjan av Rana "Facebook"
Her link, sjá herundir og sjá viðmerkingarnar:
https://www.facebook.com/photo?fbid=10237976881585986&set=a.4994815073009&locale=da_DK
RSS Feed