𝐋æ𝐫𝐥𝐢𝐧𝐠𝐚𝐫 𝐨𝐠 𝐥𝐞𝐬𝐚𝐧𝐝𝐢:
Samfelagið hevur tørv á arbeiðsfólki, og tað skal loysa seg at taka eitt eyka tak. Tí skulu lærlingar og lesandi kunna tjena upp til 85.000 krónur skattafrítt.
𝐕𝐢𝐧𝐧𝐮𝐥í𝐯𝐢ð:
Vit skulu framhaldandi geva vinnuni góðar og tryggar karmar at virka og vaksa í, umframt at menna og skapa nýggjar vinnumøguleikar í Føroyum.
𝐁𝐚𝐫𝐧𝐚𝐟𝐚𝐦𝐢𝐥𝐣𝐮𝐫:
Barsilslógin skal endurskoðast og betrast fyri millum annað lesandi og kvinnur, ið eiga for tíðliga. Eisini skulu fólk, ið hava egna fyritøku verða betur stillað í mun til barsilsskipanina. Foreldur skulu hava frælsið at skipa barsilstíðina eftir teirra umstøðum.
𝐇𝐞𝐢𝐥𝐬𝐮 𝐨𝐠 𝐚𝐥𝐦𝐚𝐧𝐧𝐚𝐯𝐞𝐫𝐤𝐢ð:
Vit eiga at gera tað nógv lættari hjá fólki, ið søkja hjálp. Hjá fleiri er almenna skipanin alt ov møtumikil at fara í holt við í dag, og tað er ikki í lagi. Vit hava sum samfelag eina skyldu at hjálpa okkara veikastu og familjum teirra.
𝐁ú𝐬𝐭𝐚ð𝐢𝐫 𝐨𝐠 𝐛ú𝐬𝐭𝐚ð𝐚𝐫𝐛𝐲𝐠𝐠𝐢𝐧𝐠:
Vit ynskja mvg frítøku til nýbygging av sethúsum. Ferð skal setast á bústaðir til eldri, lesandi og fólk við serligum tørvi. Eisini skulu vit eggja til grønar orkuloysnir.
𝐓í𝐧 𝐫ø𝐝𝐝 í 𝐥ø𝐠𝐭𝐢𝐧𝐠𝐢𝐧𝐮𝐦:
Verði eg valdur 8. desembur, so ætli eg mær at arbeiða hart fyri, at millum annað hesi mál verða framd í komandi valskeiði. Valið er títt, og vónandi setur tú álitið á meg sum títt komandi umboð í løgtinginum.
𝐄𝐲ð𝐬𝐭𝐞𝐢𝐧 𝐙𝐚𝐜𝐡𝐚𝐫𝐢𝐚𝐬𝐞𝐧
𝐅ó𝐥𝐤𝐚𝐟𝐥𝐨𝐤𝐤𝐮𝐫𝐢𝐧