Í lesarabrævi í miðlunum 5. desember 2024 ger Helle Thede Johansen viðmerkingar til uppskot til broyting í løgtingslóg um bókasøvn, har skotið verður upp, at eisini upplesarar skulu fáa lut í bókasavnsgjaldinum, ið er gjald til føroyskar rithøvundar, týðarar og myndlistafólk hvørs prentaðu og talgildu bøkur og annað tilfar er til taks á bókasøvnum ella umvegis heimasíður teirra.
Sambært lógaruppskotið verður móttakaraskarin víðkaður til eisini at fevna um upplesarar. Eisini verða tónaskøld og fotografar nevndir í lógaruppskotinum. Tónaskøld og fotografar hava tó áður fingið bókasavnsgjald, so her er talan um eina presisering av, at hesi eisini hava rætt til bókasavnsgjald fyri bókaverk.
Bókasavnsgjaldið varð í 2024 hækkað við kr. 250.000, úr kr. 1.543.000 upp í kr. 1.793.000. Hækkingin var ætlað til bókasavnsgjald fyri ljóðbøkur, e-bøkur og annað tilfar. Lógarheimild hevur ikki verið fyri at lata upplesarum bókasavnsgjald í 2024, so í ár var upphæddin býtt millum høvundar, týðarar og myndlistafólk, harundir eisini tónaskøld og fotografar. Bókasavnsgjaldið fyri 2024 varð útgoldið fyrst í desember.
Í sambandi við, at skotið verður upp at dagføra bókasavnslógina, verður eisini arbeitt við at dagføra kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum. Fyrst í november 2024 var fundur við Rithøvundafelagið, har møguligar tillagingar í kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum vórðu umrøddar. Eitt nú kann talan verða um at telja síður í staðin fyri bøkur og at raðfesta fagurfrøðiligar bókmentir á upprunamáli hægri enn aðrar bókmentir.
Nýggja bókasavnslógini var eitt stórt frambrot, eitt nú tí hon skapti lógarkarmar fyri, at føroyskar ljóðbøkur, ið Ljóðbókatænastan á Landsbókasavninum hevði framleitt til blind og sjónveik seinastu mongu árini, nærum 500 í tali, kundu verða seldar til rættindahavarar við útgávu til almenningin fyri eyga. Ætlanin er at upplesarar av ljóðbókum skulu fáa lut í bókasavnsgjaldinum, tí upplestur av ljóðbókum verður fatað sum ein framburður, ið er eitt verk í sjálvum sær. Eisini í øðrum londum fáa upplesarar bóksavnsgjald. Neyðugt er tó við lógarbroyting, ið heimilar hesum.
Almanna- og mentamálaráðið
RSS Feed