Nýggja samgongan er ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Nýggjur borgmeistari er Karl Johansen frá Sambandsflokkinum og varaborgmeistari er Atli S. Justinussen, til 2. varaborgmeistara bleiv valdur Jógvan Skorheim, fráfarandi borgmeistarin.
Tveir Býráðslimur møtti ikki til fyrsta fundin i gjárskvøldið, teir vóru Óli Lassen, har fyrst valdi hjá Sjálvsstýrisflokkinum Andreas Josephsen tók hansara pláss. Jóhanna Christiansen frá Fólkaflokkinum møtti heldur ikki til fyrsta fundin, men har hendi tað løgna, at fyrstvaldi hjá Fólkaflokkin Símun á Høvdanum ikki var biðin at møta til fundin, ístaðinfyri bleiv ein skermur settur upp og har so Jóhanna Christiansen stardi út í tóma heimin.
Tað frættist, at hon var í Danmark og tí kundi ikki møta, men hví undirritaði ikki bleiv biðin at møta, mugu bara gitingar vera um, men kanska hatta verður framtíðin, at skermar bara møta upp fyri okkara fólkavaldu og ein ikki nýtist at hava eykamenn og kvinnur í Samgonguni. Minnilutin koyrir enn við gomlu skipaninin og haldi eg eisini at hon er meira fólkalig, men polikkur er makt og tað hava fleiri ilt við at sleppa.
Skal ynskja øllum hjartaliga tillukku við valinum og serliga tillukku til okkara nýggja borgmeistara Karl H. Johansen. Bað teg vera kláran at gerast borgmeistari aftaná góða valfundin í Mikladali og segði eg tá, at kláraðu tit í Sambandsflokkinum at fáa umleið 350 stemmur, so fingu tit ein mann inn og hann kundi gerast borgmeistari.
Eg fekk 113 stemmur og tað er ein risa framgongd, seinast val fekk eg 53 stemmur. Takki somuleiðis øllum sum valdu meg persónliga, mín rødd er ikki tagna enn og eg skal nokk gera mítt til, at tað gerst betri at búgva í Klaksvík. Fólkaflokkurin hevur hildu meg uttanfyri á fyrsta fundinum hjá nýggju samgonguni, vónandi hendur tað ikki aftur.
Her filmsklipp og nakrar myndir frá í morgun og í gjárskvøldið.
SáH