
”Úrslitið kemur eitt sindur óvart á meg. Hetta er ein spildurnýggj støða, sum ávirkar alt Evropa. Tá so stór óvissa valdar á fleiri økjum, er tað trupult at siga heilt ítøkiliga, hvussu úrslitið fer at ávirka okkum í Føroyum. Tað er hugsandi, at okkara viðurskifti við Stórabretland á handils- og fiskivinnuøkinum kunnu broytast", sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Tað er nógv, ið bendir á, at tað kann taka nøkur ár, áðrenn Stórabretland formliga tekur seg úr ES. So leingi Stórabretland er partur av ES, verða okkara formligu viðurskiftini óbroytt.
”Landsstýrið og sendistova Føroya í London fylgja væl við gongdini. Stórabretland er ein týdningarmikil samstarvsfelagi, og málið er sjálvsagt, at vit framhaldandi fara at hava gott handils- og fiskivinnusamstarv við Stórabretland”, vísir løgmaður á.
Kelda: Løgtingið