Eitt hugskot hevði verið eitt betri samstarv millum almenna og privata heilsuverkið. Við at lata privatar klinikkir taka lut í útgreiningararbeiðinum, kunnu vit lætta um trýstið á almenna heilsuverkinum. Hetta krevur tó, at fíggjarlig játtan verður sett av til endamálið.
Ein onnur loysn kundi verið at ment eina serliga útbúgvingar- og viðlíkahaldsskipan fyri serlæknar og onnur fakfólk innan ADHD og Autismu. Við at gera hetta økið meira attraktivt og trygt fíggjarliga, kunnu vit fáa fleiri at velja hetta sum yrkisleið. Hetta kann gerast við at bjóða stuðul til útbúgving, hægri løn ella góðar arbeiðsumstøður.
Við at hava betri tilfar og útbúgving til lærarar, námsfrøðingar og hjálparfólki, kunnu vit hjálpa lærarum, námsfrøðingum og hjálparfólki betri at lofta børnum við ADHD og Autismu, og soleiðis gera daglidagin lættari hjá børnunum.
Vit mugu veruliga seta inn á hesum økinum. Vaksandi tørvurin á útgreinan og umlætting, ger tað ikki lættari. Tí mugu vit veruliga seta pening av til hetta økið, soleiðis at okkara elskaðu børn og okkara vaksnu, hóast teirra avbjóðingar, fáa teir javnbjóðis møguleikar, sum teirra javnaldrar, ið ikki stríðast við somu avbjóðingar.
Við vón um eina betri framtíð fyri okkara børn og vaksin við autismu og ADHD
Jan Vestergaard, valevnið fyri Fólkaflokkin
RSS Feed