Translated headline: Asshole of the Year !!! (need I say more ?!?)
Ársins Neyðrakett 2015 og 2024: Paul Watson (nýtist mær at siga meir ?!?)
Translated headline: Asshole of the Year !!! (need I say more ?!?) Hetta stóð í Norðoya Portalinum tann 29. desember í 2023. Byggingin av Kalsoyarferjuni byrjar í 2025, og ferjan er ætlað at fara í sigling seinast í 2026. MEST skal prosjektera nýggjar ferjur til Strandferðsluna Skipasmiðjan MEST fer at prosjektera tær báðar ferjurnar, ið Strandferðslan fer undir at byggja í 2025 og frameftir. Fyri tørni fyrst stendur Kalsoyarferjan og síðani ferjan til Fugloyar- og Svínoyarleiðina. - Vit hava valt at prosjektera ferjurnar í senn, so at skipaslag, tilfar og útgerð koma at líkjast sum mest, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni. Prosjekteringin tekur níggju mánaðar, og byggingin verður boðin út á heysti 2024. Byggingin av Kalsoyarferjuni byrjar í 2025, og ferjan er ætlað at fara í sigling seinast í 2026. Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum fegnast um tilgongdina: - Hetta er eitt týðandi stig á leiðini at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni, sigur landsstýrismaðurin. Fýra veitarar blivu bodnir við til undangóðkenning, og tveir lótu tilboð inn. Av hesum metti Strandferðslan tilboðið frá MEST at vera tað besta. - Tað er við góðum treysti og hugi, at vit fara í gongd við at prosjektera hesar ferjurnar fyri Strandferðsluna, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið Játtanin til universitetssjúkrahúsið er hækkað við 1 mió. kr. í 2025, og arbeiðið við at skipa universitetssjúkrahúsið í Føroyum heldur fram. Seinasta árið hevur verið arbeitt við at fyrireika Sjúkrahúsverkið til at gerast universitetssjúkrahús. Heilsugranskingareindin er styrkt, rakstraruppgávurnar hjá universitetssjúkrahúsinum eru savnaðar í eina eind, og formligar semjur og avtalur eru gjørdar millum avvarðandi myndugleikar og stovnar. Virksemi í 2025 Arbeiðið við universitetssjúkrahúsinum tekur støði í álitinum um Universitetssjúkrahús frá 2023. Arbeitt verður í løtuni við at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið. Lógaruppskotið um universitetssjúkrahús er í løtuni til ummælis hjá avvarðandi pørtum, og verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið í februar 2025 (tilmæli 3 í álitinum). Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya arbeiða við at orða eina strategi fyri framtíðar heilsugransking (tilmæli 7 í álitinum). Ætlanin verður væntandi liðug á heysti 2025. Ein avtala er undirskrivað millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um hetta samstarvið (tilmæli 15 í álitinum). Harumframt arbeiðir Fróðskaparsetur Føroya við at fyrireika APN-útbúgvingina (Avanseraður Kliniskur Sjúkrarøktaarfrøðingur) og at kanna møguleika fyri at seta læknaútbúgving á stovn í Føroyum (tilmæli 10 og 11 í álitinum). "Eg eri fegin um, at arbeiðið við at tryggja universitetssjúkrahúsinum eitt gott grundarlag at byggja á, kann halda fram. Við at savna rakstraruppgávur, styrkja gransking og menna nýggjar útbúgvingar, taka vit týðandi fet ímóti einari framtíð, har heilsuverk og útbúgving ganga hond í hond til frama fyri allar føroyingar". Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum Við einum universitetssjúkrahúsi verður møguligt at skapa nýggjar starvs- og granskingarmøguleikar fyri heilsustarvsfólk. Hetta fer væntað at økja um áhugan hjá læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at søkja starv í Sjúkrahúsverkinum. Universitetssjúkrahús Í álitinum um Universitetssjúkrahús frá 2023 eru millum annað mál sett um, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal nýta 1% av samlaða rakstrinum til heilsugransking og 1% til undirvísing og útbúgving. Meira kann lesast um Universitetssjúkrahúsið her - Universitetssjúkrahús - Heilsumálaráðið. Heilsumálaráðið Síðani løgtingsárið 2014 hevur verið ásett, at øll uppskot frá landsfyrisitingini skulu eftirkannast. Tað er lógartænastan í Løgmálaráðnum sum hevur ábyrgdina av eftirkanningunum. Í løgtingsárinum 2023 eftirkannaði lógartænastan tilsamans 158 uppskot. Lógartænastan eftirkannaði 96% av uppskotunum innan fimm yrkadagar og 99% av uppskotunum vóru eftirkannað innan átta yrkadagar. Hetta er 10. ársfrágreiðingin, sum verður givin út. Endamálið við útgávuni er framvegis at kunna stjórnarráðini um ymiskt viðvíkjandi lógarsmíði og at siga frá okkara royndum seinasta løgtingárið, og hvussu hetta eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast. Eisini er ein partur um viðgerðina í Løgtinginum, um ummælistíðir hjá stjórnarráðunum og yvirlit yvir rættarreglur, sum eru kunngjørdar í Kunngerðarblaðnum í tingárinum 2023. Í ársfrágreiðingini verður m.a. víst á, at talið av eftirkanningum er lægri enn undanfarin ár og tað lægsta talið av eftirkanningum síðani farið var undir at gera ársfrágreiðingar fyri 10 árum síðani. Tað verður framvegis mett, at ov stórur partur av uppskotunum hjá landsstýrinum ikki verða løgd á almanna ummælisportalin. Les ársfrágreiðingina her Løgmálaráðið Føroyar, Grønland og Danmark taka við formansskapinum í Arktiska ráðnum í mai 2025. Semja er um, at Grønland fær leiðandi leiklutin sum formaður í Arktiska ráðnum, nevnt Senior Arctic Official Chair, meðan Føroyar taka við varasessinum, Deputy Senior Arctic Official Chair. Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum, har Føroyar og Grønland eisini verða umboðað. Havið verður ein av høvuðsraðfestingunum í formansskránni, og verða tað Føroyar, ið fáa ábyrgd av havskránni. Í samstarvi við føroyskar myndugleikar er arbeiðsætlan fyri havið orðað, sum setur út í kortið, hvørjar raðfestingar formansskapurin ynskir, at arbeiðsbólkarnir í Arktiska ráðnum skulu arbeiða við komandi formansskeið. Fróðskaparsetur Føroya og aðrir viðkomandi partar verða somuleiðis vertir fyri komandi UArctic ráðstevnuni, sum verður hildin í Føroyum í 2026. Arktiska ráðið er høvuðspallur fyri reglubundnum samstarvi millum arktiskar tjóðir, upprunafólk og viðkomandi áhugapartar, m.a. granskingarumhvørvið. Fyri Føroyar hevur tað verið avgerandi, at okkara støða í Arktis verður greitt endurspeglað í formansskapinum, umframt, at føroysk áhugamál síggjast aftur í formansskránni. Við støði í arktiska politikkinum, sum varð einmælt samtyktur í vár, fara vit at stuðla undir arbeiðið í Arktiska ráðnum og einum styrktum mótstøðuføri í arktiska økinum, og virka fyri, at fólkaræðislig burðardygd verður stavnhaldið. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. Føroyar, Grønland og Danmark hava formansskapin frá mai 2025 til mai 2027. Felags tíðindaskriv kann lesast her. Uttanríkis- og vinnumálaráðið Arktiska ráðiðArktiska ráðið er fremsta millumtjóða samstarvið í Arktis og er grundað á Ottawa-yvirlýsingina frá 1996 og samstarvssiðvenju annars. Limalondini virka saman við eygleiðaralondum og felagsskapum úr øllum heiminum fyri at basa veðurlagsbroytingum, fyribyrgja dálking á sjógvi og landi og at menna livikor sum heild í Arktis. Í Arktiska ráðnum virka Føroyar fyri burðardyggari menning við denti á nátturutilfeingi, umhvørvið, gransking og vitanarmenning. Føroyar hava tikið undir við teimum trimum millumtjóðasáttmálunum, sum hava uppruna í samstarvinum millum londini í Arktiska ráðnum. Teir viðvíkja leiting og bjarging, tilbúgving í sambandi við oljudálking, og gransking. Føroyar eru umboðaðar í Arktiska ráðnum í sendinevnd við Danmark og Grønlandi á politiskum stigi og á embætismannastigi, umframt við serfrøði og fakkunnleika frá granskingar- og vitanarstovnum í Føroyum. Les meira um Føroyar í Arktis her. Arktiski politikkur Føroya kann lesast her. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur í dag sent uppskot til hoyringar um at broyta sjófeingislógina. Hetta eru neyðugar broytingar, nú lógin hevur virkað í nøkur ár. Endamálið er m.a. at tryggja vinnuni tryggar karmar og gjøgnumskygdar og rættvísar reglur at virka undir. Umframt at tryggja, at føroyska samfelagið fær sum mest burturúr, og hevur fult ræði á livandi tilfeinginum, sum vit føroyingar eiga í sjónum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Broytingarnar skulu fremja hesi mál: Útlendskur ognarskapur Reglurnar um útlendskan ognarskap verða herdar. Útlendingar kunnu sambært galdandi lóg eiga 25% í einum felagi við veiðirættindum fram til 1. januar 2032, tá teirra ognarlutur skal vera á føroyskum hondum. Hetta merkir eisini, at útlendskur ognarskapur, fram til 2032, kann vaksa upp til 25%, samstundis sum nýggj feløg innan fiskiveiðu kunnu stovnast við útlendskum ognarskapi. Reglurnar fyri útlendskan ognarskap verða broyttar soleiðis, at nýggjur útlendskur ognarskapur ikki kann keypa seg inn í føroysk feløg við veiðirættindum, eins og verandi útlendingar ikki kunnu víðka um sín ognarlut ella avgerðarrætt í feløgum fram til 1. januar 2032, tá allur útlendskur ognarskapur skal vera úti úr veiðiliðnum Ein skiftisskipan verður framhaldandi fram til 2032, sum loyvir verandi útlendingum at halda fram. Í hesum tíðarskeiðinum kunnu hesir tó ikki økja sín ognarlut ella avgerðarrætt. Rættindi á fleiri hendur Fiskirættindini eru savnað á alsamt færri hondum, og vinnan er í dag í minni mun enn áður samansett av einum fjøltáttaðum og breiðum eigaraskara. Tí verða miðsavningarreglurnar broyttar. Reglurnar um miðsavning av fiskirættindum verða broyttar soleiðis, at markið fyri, hvussu nógv veiðirættindi einstaklingar ella feløg kunnu ráða yvir, verður lækkað niður í 15% í øllum bólkunum, undantikið fyri Barentshavið, sum verður lækkað niður í 25%. Sum er, eru mørkini millum 20-35%. Harafturat verða reglurnar broyttar, so nærstandandi feløg eisini verða roknað undir einum, tá gjørt verður upp, hvussu nógv tey hava ræði á. Broytingarnar verða bert galdandi frameftir, og verandi persónar og feløg varðveita tey rættindi, sum tey ráða yvir áðrenn lógarbroytingina. Avreiðing uttanlands Sambært galdandi lóg skal øll veiða á fiskiførum undir føroyskum flaggi landast og avreiðast um bryggjukant í Føroyum. Tó kunnu 15% av veiðuni fyri hvørt fiskaslag landast og avreiðast uttanlands. Kravið um landing í Føroyum verður broytt soleiðis, at loyvt verður uppsjóvarskipum at landa helvtina av veiðuni av svartkjafti, makreli ella norðhavssild uttanlands. Javnsetan av aktørum Loyvishavarar í fiskiskapinum eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild verða javnsettir, so teir virka undir somu treytum í lógini, tá føroysku kvoturnar broytast. Í dag vera kvotur settar á ymiskum grundarlagi og virka undir ymiskum treytum. Allar kvotur verða frameftir ásettar við støði í heildarkvotuni og fylgja broytingunum í hesi. Útlutan av øktum tilfeingi av svartkjafti, makreli og norðhavssild Nýggj skipan verður sett í verk, sum ber í sær, at tá heildarkvotan av svartkjafti, makreli ella norðhavssild fer upp um eitt ásett mark, verða nøgdirnar oman fyri markið atkomiligar hjá teimum, sum frammanundan hava lutfalsliga lítlar kvotur. Hendan skipanin fer, um hon verður virkin, at gagna teimum, sum frammanundan hava lutfalsliga lítlar kvotur. Freistin at senda inn møguligar viðmerkingar til lógaruppskotið er 20. januar 2025. Lógaruppskotið liggur her á síðuni undir uppskot til ummælis. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið Fíggjarmálaráðið og Kost- & Føðslufelagið skrivaðu undir semju í gjárkvøldi tann 18. desember 2024. Partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála við eini lønarhækkan á 4,75% galdandi frá 1. oktober 2024. Samanborið við flest onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, hevur Kost- & Føðslufelagið havt eina lægri lønarhækkan í tíðarskeiðinum frá oktober 2022 til oktober í 2024. Eingin avtala er á føroyska arbeiðsmarknaðinum, um javning av lønum, og vit hava heldur onga siðvenju fyri hesum. Orsakað av serligu støðuni við methøgari inflatión hava partarnir tí gjørt semju, um at javna lønirnar, soleiðis, at lønirnar hjá Kost- og Føðslufelagið hækka við 2,54 % frá 1. apríl 2025. Avtala um neyðtilbúgving í samband við arbeiðssteðg Umframt broytingar í lønunum hava partarnir gjørt eina avtalu um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg. Partarnir hava nú eina avtalu, sum tryggjar, at lív og heilsa ikki verður sett í vanda í sambandi við arbeiðssteðgir. Avtalan inniber, at partarnir í sambandi við komandi samráðingar skulu vera samdir um, hvørjar funktiónir eiga at verða undantiknar einum møguligum arbeiðssteðgi. Somuleiðis hava partarnir avtalað, at ein ósemja um undantøk skal loysast við eini serligari nevnd við umboðum frá báðum pørtum umframt einum óheftum persóni. Semjan kann lesast her Fíggjarmálaráðið Øll vita vit at tey í Tórshavn duga sera væl at klippa sær sjálvum og tað eru tey verðinsmeistarar til. Eisini vita vit, at tú mást vera í einari kliku "nevnd" fyri at fáa hendur á almennum pengum og hetta eru ovurhonds stórar upphæddir, tey burturluta til hvønn annan, fleiri 10tals milliónir um árið. Hetta geldur bæði fyri list, filmlist, miðlar, grannsking, ferðavinnu og ein kundi blivi við at nevnt økir, har 10tals milliónir av olmussi verið latin til hesu fólkini, feløg og felagskapir um árið. Stuðulsupphæddirnar eru farnar til himmals og mest sum allar milliónirnar enda í Tórshavn, har sigast kann at vinar og kenningarpolitikkurin blomstrar í besta blóma. Men hvør betalur hesar risa upphæddir til hesar persónar, felagsskapir og feløg og tað er vit í útjaðarnum og vit fáa onki afturfyri og hvar eru útjaðarpolitikkarnir, teir snorksova. Tað grovasta til hetta Sirkusi er at har er næstan onki eftirlit við hesar stuðulsjáttanir, hvat hesi fólkini brúka pengarnar til? og er nakað eftirlit aftaná?, tá ið pengarnir eru brúktir, eru teir brúktir rætt ella er teir bara farnir til forbrúk? Nei, latið hesi fólkini klára seg sjálvi, klára tey ikki tað, so eigur kassin at latast aftur og tey kunnu finna sær aðrar inntøkukeldur at fíggja sítt virksemi uppá, tað gera vit onnur og hví skulu tey fáa stuðul og vit onnur onki fáa? Seinasta dømi er Miðlastuðulin fyri 2024, stór skomm og tey øll skuldi skamma seg, ríka seg upp fyri stuðul frá okkum. Tað kann ikki vera uppgávan hjá okkum, at vit geva teimum stuðul fyri at halda teirra forbrúk uppi, har tey liva í sús og dús fyri okkara pengum. Seinastu mongu milliónir vóru latnar í vikuni, har frágreiðing um virksemi hjá Miðlastuðulsnevnini í 2024 bleiv løgd fram og hon sigur okkum at tað er sjón fyri søgn við klippingini í Tórshavn, sjá grein niðanfyri: Símun á Høvdanum Frágreiðing um virksemi hjá Miðlastuðulsnevndini í 2024 Sambært § 7, stk. 3, í miðlastuðulslógini skal Miðlastuðulsnevndin við árslok á hvørjum ári lata landsstýrisfólkinum hesa skrivligu frágreiðing um virksemi sítt. Landsstýrisfólkið leggur frágreiðingina alment fram á netið og kann hon heintast her. Almanna- og mentamálaráðið Løgtingið hevur í dag samtykt lógaruppskotið um integratión frá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum. Talan er um nýggja lóggávu, sum skal skipa tilgongdina fyri integratión í Føroyum. Uppskotið gevur myndugleikum greiðar heimildir at seta í verk og fremja integratiónsfremjandi átøk og gevur góðar karmar at skipa økið best møguligt. Yvirskipað er endamálið við integratiónslógini at betra um integratiónina hjá tilflytarum. Hetta skal gerast við at tryggja, at tilflytarar fáa møguleika at gagnnýta sínar førleikar og síni evni á ein hátt, sum gevur teimum møguleika at vera fíggjarliga sjálvbjargnir og at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar og í samsvari við grundleggjandi virði og siðvenjur í føroyska samfelagnum. “Tað er uppá tíðina, at vit fáa skipaði viðurskifti í sambandi við integratión í Føroyum. Nýggja lógin fer at hava við sær, at tilflytarin í størri mun enn fyrr kann kenna síni rættindi og skyldur og vita, hvat føroyska samfelagið væntar av honum, og hvar hann kann fáa hjálp og kunning um neyðugt,” sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í integratiónsmálum. Lógaruppskotið er galdandi fyri allir útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum, tó so at skilt verður millum ymisk sløg av uppihaldsloyvi. Serlig atlit skulu tó takast fyri at tryggja børnum og ungum, sum koma til landið, væl eydnaða integratión, uttan mun til hvat slag av uppihaldsloyvi, tey hava. Lógaruppskotið áleggur bæði landi og kommunum at veit ymisk integratiónstilboð. Samstundis verða ymisk krøv sett til tilflytarar. Uppskotið ber í sær at landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar mugu arbeiða saman fyri at lyfta integratiónsøkið. Besta integratiónin fer tó fra í samspælið millum menniskju í frítíð, á arbeiðsplássum og í skúlum og dagstovnum. Hetta skal uppskotið seta bestu karmar fyri. Arbeitt hevur verið við uppskotinum síðsta hálvtannað árið, og nógvir ymiskir bólkar hava verið hoyrdir, meðan arbeitt hevur verið við tí. Lógaruppskotið kemur í gildi 1. juli 2025, tó so at summar ásetingar koma í gildi 1. januar 2026 og 1. juli 2026. Løgmálaráðið Meðan vælferðarøkið skal spara, vaksa útreiðslurnar hjá umsitingini. Heldur enn at fara eftir kjarnutænastunum, átti landsstýrið at sópað fyri egnum durum fyrst – og í besta føri latið pengarnar aftur til fólkið, sum tyngist av prísvøkstri. Tað sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum. Tað fyrsta, ið sitandi samgonga gjørdi, var at økja aðalráðini úr 7 og upp í 9. Løgmaður segði tá, at broytingin ikki skuldi kosta fleiri almennar skattakrónur. Tó, so hevur veruleikin víst seg at vera ein heilt annar. Frá 2022 og til fíggjarlógaruppskotið 2025 er kostnaðurin av landsstýrinum og aðalráðunum vaksin við 32,6 mió. kr. – ein vøkstur á 26,2 %! Tað er ein miðalvøkstur á 8,08 % yvir hesi trý árini. Hvussu ið raðfest verður, kann ein veruliga undrast á. Nógv hevur verið tosað um, at útreiðsluvøksturin hjá landinum sum heild er ov høgur. Til hesa fíggjarlógina er hann 4,9 %. Tað vil siga, at útreiðsluvøksturin av landsstýrinum er nógv hægri, enn hvat samlaðu útreiðslurnar eru. Tó vísir tað seg ikki, at man ger nakað við tað – heldur hinvegin. Tí millum annað, so verða hesar kjarnutænastur skornar og spardar: Fólkaskúlin verður skorin við 5,2 mió. kr. Staðfestast kann sostatt, at skúlin verður skorin annað árið á rað. Nakað, ið sjálvsagt fer at raka næmingarnar, ikki minst tey børn og ungu við serligum tørvi. Játtanin til Taks verður skerd. Hetta fer at raka eftirlitið, samstundis sum vit hoyra um stórar mongdir av rúsevnum, ið floyma inn í landið. Heldur átti landsstýrið at tikið í egnan barm og hildið aftur í egnum útreiðslum fyrst og fremst! At fara eftir kjarnutænastum er ikki sømiligt, tá tað ikki verður sópað fyri egnum durum fyrst. Vit eiga at nýta almennu skattakrónurnar til vælferð og at lætta um hjá borgaranum, heldur enn at økja um umsitingina. Beinir Johannesen Formaður Fólkafloksins |
Greinar
January 2025
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til [email protected] ella [email protected] |