Vitjanin byrjaði við eini rundsýning í Varpinum, og síðan varð prátað um sambandið millum Føroyar og Ísrael. Eisini varð tosað um møguleikar fyri samstarvi á mentanarliga økinum.
Klaksvíkar Kommuna
Norðoya Portalurin
Seinnapartin í gjar var Ísraelski varasendiharrin í Danmark, Jonathan Lebel, á vitjan í Klaksvík. Á túrinum varð vitjað í Varpinum, og um kvøldið var sendiharrin vetur, tá ið nýggjur dokumentarfilmur varð vístur í Varpinum. Vitjanin byrjaði við eini rundsýning í Varpinum, og síðan varð prátað um sambandið millum Føroyar og Ísrael. Eisini varð tosað um møguleikar fyri samstarvi á mentanarliga økinum. Klaksvíkar Kommuna Landsstýrismaðurin í lógarmálum hitti í gjár íslendska uttanríkisráðharran Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylvadóttir. Við á fundinum vóru eisini umboð úr føroysku og íslendsku fjarskiftisvinnuni. Á fundinum, ið varð hildin í Kristnastovu í Havn, umrøddu partarnir serliga fjarskiftistilbúgving og týdningin av at tryggja eitt gott og mótstøðuført samskiftiskervi. Partarnir vóru samdir um, at mótstøðuførið á fjarskiftisøkinum gerst alsamt meiri týðandi í okkara fjarskotnu londum, og tí eiga Føroyar og Ísland at kanna, hvussu londini framyvir kunnu betra um góða samstarvið um fjarskifti. Løgmálaráðið Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur í dag hitst við íslendska starvsfelaganum, Thórdís Kolbrún Gylfadóttir, uttanríkisráðharra, sum vitjar í Føroyum við eini íslendskari handilssendinevnd. Sendinevndin er partur av føroyskt-íslendska handilskamarinum, sum varð sett á stovn í 2012 við tí endamáli at styrkja um samhandil og búskaparligt samstarv millum londini. Endamálið við vitjanini er at fáa innlit í føroysk viðurskifti, og í hesum sambandi eisini vitja føroysk virki og fyritøkur. Landsstýrismaðurin møtti sendinevndini og gav innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og hvørji mál eru á politisku dagsskránni. Landsstýrismaðurin og uttanríkisráðharrin høvdu síðani ein fund sínámillum um felags áhugamál, viðurskiftini millum londini og møguleikar at styrkja um samstarvið. Uttanríkis- og vinnumálaráðið |
Greinar
October 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til [email protected] ella [email protected] |