Hinvegin so heldur meginparturin av Skotlandi, at hetta er grund nokk til at loysa frá Bretlandi, so at teir kunna vera verandi í ES og kann gott vera, at Skotland fer at hava eitt val í nærmastu framtíð um loysing frá Bretlandi.
JáH (y) 10.07.2016
Norðoya Portalurin
Sjálvt um parlamenti í Bretlandi hevur fingið yvir 4 milliónir undirskriftir, ið krevja umval av fólkaatkvøðuni um ES limaskap, so hevur parlamenti avvíst undirskriftirnar - og grundin er, at tað júst er stemmað og sum øllum kunnugt, so stemmaði meirilutin fyri, at Bretland skuldi taka seg úr ES. Hinvegin so heldur meginparturin av Skotlandi, at hetta er grund nokk til at loysa frá Bretlandi, so at teir kunna vera verandi í ES og kann gott vera, at Skotland fer at hava eitt val í nærmastu framtíð um loysing frá Bretlandi. JáH (y) 10.07.2016 Haldi tíðin er komin hartil, at Klaksvíkar kommuna yvirtekur Klaksvíkar Sjúkrahús í samstarvi við kommunurnar í nærøkinum. So fáa starvsfólkini á KS frið at arbeiða og sleppa undan konstantari hóttan um niðurlegging. Vit hava sæð ferð aftaná ferð, at har Klaksvíkar kommuna yvirtekur økir, byrja tey at blomstra og eru vælvirkandi. Eg kundi tikið dømi: ansingarøkið, barnaverndarøkið og nú fyri stuttum eldraøkið. Hetta er væleydnað og ein fyrimynd um, at vit skulu halda fram at yvirtaka økir. Klaksvíkar kommuna eigur at yvirtaka Klaksvíkar Sjúkrahús, og játtanin skal fylgja við. Hetta fyri at sjúkrahúsið framhaldandi skal vera vælvirkandi og kann uppraðfestast og blíva eitt av fremstu sjúkrahúsum í heiminum. Vit hava sæð ferð eftir ferð, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús hevur verið slóðbrótari innan mong serlæknaøkir, og vit hava av allar bestu lærdu starvsfólkum á KS. Tað vóru norðingar og lutvíst eysturoyingar, sum tóku seg saman og bygdu Klaksvíkar Sjúkrahús, tí tey sóu, at tørvurin var stórur, og hevur hetta sjúkrahús verið vælvirkandi og ein fyrimynd fyri onnur sjúkrahús. Bara t.d. trivnaðarkanningin, sum bleiv gjørd millum sjúklingar, gav KS topp karakter. Harafturat hoyra vit ferð aftaná ferð í miðlum, hvussu væl nøgdir sjúklingar eru, sum hava fingið viðgerð á KS. Tíverri fær KS ikki frið. Við jøvnum millumbilum verða álit gjørd, sum vilja niðurlaga KS. Hetta kann ikki halda fram. Ein niðurlaging av KS fer ongantíð at bjarga hvørki Landssjúkrahúsinum ella Suðuroyar Sjúkrahúsi. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingslimur. Tað eru nógvar ógvuliga neiligar viðmerkingar gjørdar í samband við nýggja menningarætlanina, m.a. um eina felags sjúkrahúsleiðslu, at niðurlaga skaðastovuna, v.m. Lat meg siga beinanvegin, at eg eri samdur í viðmerkjarunum, at hetta má ikki henda, og eg havi vónir um, at Siri Stenberg ikki fer at seta hetta í verk, annars fær hon stórar trupulleikar í samgonguni. Ein av táttunum í menningarætlanini, sum mær líkar, ynski eg at gera viðmerkingar til. Nýggja menningarætlanin leggur upp til størri samstarv millum læknavaktina (1870) og Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta er kent í Suðuroynni, har borgarar verða vístir til Suðuroyar Sjúkrahús umvegis læknavaktina. Hetta lættir um hjá kommunulæknunum í oynni, og er helst eisini skilagott í mun til gagnnýtslu av arbeiðsorkuni á heilsuøkinum sum heild. Kanska kann eitt økt samstarv eisini vera áhugavert hjá kommunulæknum, at tikið á seg starv í Norðoya Læknadømi? Eitt størri samstarv við Klaksvíkar Sjúkrahús um læknavaktina, ger atgongdina hjá borgarum í norðurøkinum lættari uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Eitt nú hevði tað verið skilagott at havt ávísar tíðir á kvøldi og í vikuskiftunum, har borgarar sum hava bráðfeingistørv á læknahjálp, kundu verið sæddir og hjálptir av lækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Stóri trupulleikin hjá sjúkhúsverkinum er stóri tørvurin av læknum. Tað er tað eisini í Klaksvík (hóast tað vist gongur væl at fáa avloysarar at taka vikariat í KS. Eg veit ikki um nakar fastsettur serlækni er á KS. Sami trupulleikin er í kommunulæknaskipanini. Í Føroyum eru 20 av 30 kommunulækastørvum mannaði við fastsettum kommunulækna. Í Klaksvík er bert ein fastsettur kommunulækni eftir 1. August. Kann ein størri samskipan og møguliga ítøkiligt samstarv, ikki bert um læknavaktina (1870)sum álitið leggur upp til, hugsast at økja um møguleikarnar fyri at fáa kommunulæknar til økið? Í Eysturoynni er støðan meinlík henni í Norðoyggjum, við tað at bert 2 av 6 størvum eru mannaði við fastsettum kommunulækna pr. 1. august. Bert ein settur kommunulækni í Norðoyggjum eftir 1 august 2016 Eftir 1. august er bert ein settur kommunulækni í Klaksvík, sum tíverri hevur verið darvaður av sjúku. Tað merkir at skiftandi avloysarar koma at manna 2 av 3 viðtalum inntil onkur kommunulækni ynskir starv í Norðoya Læknadømi. Hvussu áhugavert er tað hjá einum ungum kommunulækna at arbeiða undir umstøðum við skiftandi avloysarum? Ungir læknar ynskja at arbeiða saman við øðrum í størri eindum. Er tað hugsandi, at eitt økt samstarv millum kommunulæknaøkið og Klaksvíkar Sjúkrahús hevur nakað at bjóða í hesum sambandi? Røntgen og aðrar sjúkrahúsfunktiónir eru undir sama takið og lætt atkomiligar í tí dagliga arbeiðinum? Ov nógv fólk til hvørja normering Tað búgva umleið 5900 fólk í norðurøkinum. Í løtuni er Norðoya læknadømi normerað til 3 læknar, við knappliga 2000 borgarum pr. lækna. Hetta er í yvirkantinum. Um vit siga at fýra kommunulæknar áttu at verið í Klaksvík, so er spurningurin um læknamiðstøðin er ov lítil. Skal man tí hugsa um at flyta virksemi á læknamiðstøðini út á KS? Kann tað hugsast, at ein enn størri samskipan við kommunulæknaøkið kann gagna tilgongdini av kommunulæknum í Klaksvík? Verður tað meira spennandi at virka sum kommunulækni í Klaksvík, um virksemi verður flutt á KS? Eg veit, at teir eldru kommunulæknarnir hava ikki verið so glaðir fyri hesa hugsan, um møguliga at flyta út á KS. Ein av grundgevingum teirra er, at kommunulæknaarbeiðið og sjúkrahúsarbeiðið ikki skal blandast, men um teir ungu kommunulæknarnir hava somu hugsan veit eg ikki. Økt samstarv eisini um Leirvíksfjørð Hvat við enn breiðari samstarvi millum kommunulæknar tvørturum Leirvíksfjørð og KS? Um allir kommunulæknarnir í Eysturoynni ( sum er 6) og kommunulæknarnir í Norðuroyggjum samstarva við eini normering á 4 læknar í Norðoya læknadømi, um at manna forvaktina á KS so eru stívliga 5 vikur í part. Kann hetta gera tað áhugavert hjá kommunulæknum at taka á seg fast starv í Norðoyggjum og Eysturoynni? Hetta gevur stórt fíggjarligt ískoyti, tað vita vit. Tað er eyðsæð, at vikuvaktir ikki eru tað, sum vit vanliga forbinda við kommunulæknaarbeiðið, og eru hesar vaktir heilt givið strævnar. Men um økt samstarv tvørtur um Leirvíksfjørði kundi virka til øktan fleksibilitet í gerandisdegnum hjá kommunulæknunum, við at bólkurin av fastsettum kommunulæknum gjørdist størri, so var útslitið til gangs fyri allar borgarar í økinum. Mín fatan er, at hetta eru áhugavedir spurningar í samband við komandi samstarv millum Kommunulæknarskipanina og Klaksvíkar sjúkrahús. Stuttligt at hoyrt, hvat fólk halda um hetta eg her havi nevnt. Steinbjørn O. Jacobsen Varaborgarstjóri. Samgongan hevur sett sær málið at gera tað fíggjarliga lættari fyri smábarnafamiljur. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna hevur tí sent lógaruppskot til ummælis um barnafrádráttin hjá smábarnafamiljum. Verður lógaruppskotið samtykt, hækkar barnafrádrátturin 42% næsta ár fyri børn millum 0 og 6 ár. Settar eru av 12 mió. kr. í játtanarkarminum fyri 2017 til endamálið. Nógvar smábarnafamiljur hava trong fíggjarlig kor. Hetta tíðarskeið í lívinum eru bústaðarkostnaður og barnaansingarkostnaður hægst, samstundis sum foreldrini ofta eru lutfalsliga nýggj á arbeiðsmarknaðinum og harvið hava byrjunarløn. Fyri at eggja enn fleiri barnafamiljum at velja Føroyar sum teirra heimland og fyri at lætta um fíggjarliga hjá verandi smábarnafamiljum verður við lógaruppskotinum skotið upp at hækka barnafrádráttin við 2.700 krónum um árið í landsskattinum fyri børn undir skúlaaldri. Frádrátturin hækkar úr 6.500 kr. uppí 9.200 kr. Við lógaruppskotinum verður samlaði miðal barnafrádrátturin fyri børn yngri enn 7 ár 15.550 kr. árliga fyri hvørt barnið. Hetta er grundað á, at miðalbarnafrádrátturin hjá kommununum er 6.350 kr. í 2016, og afturat hesum kemur barnafrádrátturin hjá landinum í 2017 á 9.200 kr. árliga. Landsstýrið ynskir at røkka so nógvum hoyringspørtum sum gjørligt, soleiðis at øll kunnu geva sítt íkast og viðmerkja lógaruppskotið, áðrenn uppskotið verður gjørt endaliga liðugt og verður lagt fyri løgtingið til politiska viðgerð. Uppskotið er tí lagt til almennar hoyringar á www.foroyalandsstyri.fo Freistin at lata inn viðmerkingar er fríggjadagin 22. juli 2016. Viðmerkingar skulu vera skrivligar, og skrivligu viðmerkingarnar skulu sendast til fmr@fmr.fo ella til Fíggjarmálaráðið, postrúm 2039, 165 Argir. Viðmerk: “Hægri barnafrádráttur til smábarnafamiljur”. Viðmerkingarnar verða hjálagdar uppskotinum, tá ið uppskotið verður lagt fyri Løgtingið til politiska viðgerð. Kelda: Løgtingið Á lítlari samkomu á Skúlatrøð vórðu sáttmálarnir við ymisku veitararnar undirskrivaðir. Samlaða verkætlanin kostar góðar 100 mió. kr., og skal byggingin standa liðug til skúlabyrjan í august 2018. Í morgin fara arbeiðsmenn frá byggifyritøkuni Malltek – saman við fleiri øðrum veitarum – at byrja niðurtøkuna. Ætlanin er, at so stórur partur av niðurtøkuni er liðug, áðrenn næmingar og lærarar aftur fara til verka eftir skúlafrítíðina. Í samband við undirskrivingina nevndi borgarstjórin møguleikan fyri, at býráðið setur eina eyka upphædd til síðis, ið skal eggja fyritøkunum at halda tíðarætlanina. - Alt ov ofta síggja vit, at verkætlanir hava trupult við at halda tíðarætlanina. Vanliga hevur kommunan bert arbeitt við dagbótum, men við hesum nýggja framferðarhátti kann kommunan eggja til, at tíðarætlanin verður hildin, og hetta gerst ein gularót heldur enn ein pískur. - Tað hevur stóran týdning fyri næmingar, foreldur og lærarar, at verkætlanin gongur so skjótt sum gjørligt, og at skúlagongdin verður darvað sum minst av hesari verkætlan. Tí er vert at royna hesa skipan, ið ikki er roynd seinastu nógvu árini í kommununi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Myndtatekstur: (fv) Jóan Petur Lydersen, Dávur Høgnason, Kári Vitalis, Hilmar K. Danielsen, Jógvan Skorheim, Jóhann Lützen, Heðin á Lakjuni, Rógvi Josephsen, Sámal Eyðfinn Poulsen, Andreas Josephsen, Vagn Foldbo og Jóhannes M. Poulsen. JáH (y) 04.07.2016 Kelda: Klaksvíkar Kommuna Tað er lítið dugir í okkara politikkarnum her norðuri fyri tíðina. Fyrst hevur og er stórir ágangur á okkara fiskivinnu, har milliónir eru uppá spæl og nú er samgongan í ferð við at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús. Vit mangla menn sum Jógvan við Keldu og Jákup Petersen, sum hava vart borg í hálva øld, fyri okkara lokala økið, men nú hava vit polittikara, sum als ikki verja borg og tað kann fáa ómetaligan skaða fyri Norðoyggjar. Hjálp Jógvan við Keldu og Jákup Petersen!!!! Her samrøðan, sum KVR hevði við John Johannesen og hon sigur okkum nokkso nógv, klikk her: "Tað verður ein trupul politisk telving" SáH Ymiskt nýtt fæst at lesa frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum niðanfyri (trýst á niðanfyri standandi leinkir fyri at lesa meira): - Kunngerð um studning til skipasmiðjur í sambandi við bygging til leasing og sáttmáli millum nærstandandi partar - Niels Christian Nolsøe stjóri á Jarðfeingi - Nýggj kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin) er komin í gildi JáH (y) 01.07.2016 Kelda: Løgtingið Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss og Árni Ellefsen, formaður fyri felagið føroysku peningastovnar, hava ídag staðfest og undirritað avtalu um Talgilda Samleikan. Peningastovnarnir rinda 9 mió. kr. til menning av Talgilda Samleikanum og 2 mió. kr. í árligum rakstri. Talgildi Samleikin verður eftir ætlan tikin í nýtslu 1. januar 2018. “Talgildu Føroyar fer at gera gerandisdagin lættari hjá fólki og vinnu í Føroyum, og fer at lata upp fyri nýggjum og betri tænastum. Týðandi partur av ætlanini er, at geva øllum í Føroyum ein talgildan samleika. Fegnist um, at eisini peningastovnarnir vilja stuðla hesi ætlan, og at vit nú eru komin so langt áleiðis, at arbeiðið at gera føroyska talgilda samleikan verður boðið út á Keypsportalinum í heyst.” sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. Les meira HER JáH (y) 01.07.2016 Kelda: Løgtingið Arbeiðsbólkurin, sum skuldi greina pensjónsviðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, er liðugur við sítt arbeiði. Arbeiðsbólkurin varð settur í august 2014 av táverandi donsku og føroysku ráðharrunum. Frágreiðingin verður nú almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum, og kann lesast her. Og les meira HER JáH (y) 01.07.2016 Kelda: Løgtingið |
Greinar
March 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com |