2. Verða útlendingamál yvirtikin í ár?
Ì Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki Sea Shepherd. Men tað gera vit tíverri ikki, og tí sleppur ein felagsskapur sum Sea Shepherd at gera um seg í Føroyum, og á ein óreiðiligan hátt skaða umdømi Føroya úti í heimi. Hetta hevur longu víst seg at havt neiliga ávirkan á okkara ferðavinnu, nú heili 20 ferðamannaskip hava avlýst teirra ferðir til Føroyar komandi ár. Ferðavinnan í Føroyum stendur í besta blóma, og tí er tað umráðandi, at hendan skaðiliga ávirkan frá Sea Shepard verður steðgað skjótast gjørligt.
Tað er altíð lætt at vera bakklókur, men rættast hevði verið, at hesi skipini hjá Sea Shepherd vórðu
forðaði yvirhøvur at koma inn um 12 fjórðingar. So høvdu vit sloppið undan nógvum óneyðugum
stríði. Tíverri hevur tað enn ikki eydnast at yvirtaka útlendingamál, hóast málið hevur staðið ovast
á breddanum í mong ár. Talan er um týdningarmikið mál, ið kemur til sjóndar í hesum døgum. Um
málsøkið varð yvirtikið, høvdu Føroyar sitið við avgerðini um, hvørji fólk ikki verða mett skikkaði
at sleppa til Føroyar, og soleiðis forða hesum fólkum, ið hava til endamáls at koma til Føroyar at
bróta føroyska lóggávu, yvirhøvur seta føtur sínar á føroyska jørð.
Útlendingalógin
Ùtlendingamál er felagsmál, og saman við útlendingamálum hongur marknaeftirlitið, tvs eftirlitið
við, hvør kemur inn loftvegis og sjóvegis til Føroyar. Av tí, at vit ikki sjálvi avgera hvør kann
koma til Føroyar, var neyðugt at geva løgregluni lógarheimildir til at forða fyri, at Sea Shepherd
gjørdi seg inn á okkara rættindi. Hetta er nú lógarásett í grindalógini. Í mínum hugaheimi er tað
ongin ivi um, at vit eiga sjálvi at avgera hvør kemur til Føroyar. Tað er ongantíð so umráðandi sum
just nú, at vit yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlitið, tí í Føroyum skulu føroyingar ráða og
ikki fremmandir felagsskapir, sum hótta okkara grundleggjandi rættindi til okkara tilfeingi. Tað er í roynd og veru lagnunnar speisemi, at danskir myndugleikar fyri kortum forðaðu føroyskum
skipum og vørum at koma inn í danskar havnir, meðan Føroyar ikki kunnu – eina tí at málsøkið ikki er yvirtikið – forða Sea Shepherd fjepparum at koma til Føroyar.
Tað er í lagi at vera rúmsáttur og vísa tolsemi. Tað er í lagi at loyva fólki at hava sína hugsan, og at
lata tey gera vart við seg. Men vit nýtast ikki at vera so bláoygd, at vit saga greinina av, sum vit
sjálvi sita á og loyva einum felagskapi til Føroyar, sum hevur eitt endamál at forða grindadrápi við
at fremja óreiðiligt – og til tíðir ólógligt og landaskaðiligt virksemi fyri Føroyar. Hetta vísir seg nú
eisini at ganga út yvir okkara ferðavinnu. Um Føroyar ikki náa at taka málsøkið, útlendingamál og
marknaeftirlit, á føroyskar hendur í 2016, eiga vit sum eina fyribils loysn at fara undir tingingar við
donsku stjórnina undir ásetingunum um ”serlig føroysk virðurskifti”, har vit fáa forðað Sea Shepherd í at koma í føroyskt sjóøkið í summar.
Grindadrápið er aldragamalt og hevur hildið lívið í mongum føroyingi. Talan er í roynd og veru um tilfeingi eins og annað tilfeingi í sjóøki Føroya, og tí kann veruliga hóttanin verða rættur Føroya at fáa til vega tilfeingi sítt. Tískil er tað umráðandi, at vit halda í hevd henda sjálvsagda rætt Føroya. Í Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki Sea Shepherd.
Á Løgtingi, 6. Januar 2016
Annika Olsen