Á vitjanini fer sendiharrin at hava fundir við løgmann, landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýrismannin í fiskivinnumálum og Ríkisumboðið. Evni á fundunum verða ymisk mál av felags áhuga millum Føroyar og amerikanska samveldið, herundir handils- og vinnusamstarv.
Sendiharrin fer at luttaka á ymsum tiltøkum í sambandi við ólavsøkuna, og fer eisini at seta og luttaka í Faroe Pride skrúðgonguni tann 27. juli.
JáH (y) 12.07.2016
Kelda: Løgtingið