Hannes Hólmsteinn Gissurarson, professari í stjórnmálafrøði á Háskóli Íslands, hugleiðir um fólkafráflytingina í Íslandi, ímeðan Høgni Reistrup hugleiðir um fólkafráflyting í føroyskum høpi.
Hannes H Gissurarson er ein sera áhugaverdur fyrilestrahaldari, sum væntandi kemur at seta nýggjar og aðrar spurningar og harvið geva eitt nýtt íkast til kjaki um fólkafráflyting í Føroyum. Hann luttekur javnan í íslendska samfelagskjakinum, har hann serliga er kendur fyri sínur greiðu meiningar og at hann ikki ræðist fyri at siga sannleikan sum hann sær hann. Fyrilesturin hjá Gissurarson kemur at taka støði í fólkafráflyting í íslendskum høpi.
Høgna Reistrup kenna vit m.a. sum annan av ritstjórunum handan bókina Exit Føroyar. Við Exit Føroyar hevur Høgni givið munandi íkast til kjaki um fráflyting í Føroyum, og vil fyrilesturin hjá Høgni eisini taka støði í Exit Føroyar.
Fyrilestrarnir eru almennir og byrjar tiltaki kl 14.00
Kelda: www.framsokn.fo