Illgitingarnar, sum uttanflokkamaðurin í Klaksvíkar býráð kemur við í miðlunum í kvøld, tænir ongum øðrum endamáli uttan at skaffa sær sjálvum fokus. Illgitingarnar, ið verða lagdar fram, skapa órógv á arbeiðsplássum kommununnar, ið skulu verja um okkara yngstu borgarar og foreldur teirra í eini broytingartíð.
Síðan januar mánað hevur undirritaði sum formaður fyri økið børn og ung, í samráð við dugnaligu starvsfólkini á dagstovnaøkinum, roynt at tikið um endan eftir ábyrgdarfulla uttanflokkamannin í Klaksvíkar býráð.
Við ársbyrjan í ár, tá vit tóku við politisku leiðsluni í Klaksvíkar býráð, vístu framrokningar, at longu í august í ár fóru 35 dagstovnapláss at mangla! Her var tí eingin tíð at spilla, um vit skuldu náa at útvega eina haldgóða loysn til hesi mongu børn og foreldur teirra.
Hesar fáu mánaðirnar hevur málsetningur okkara tí verið at loysa henda akutta tørv á ein skynsaman hátt, samstundis sum vit framtíðartryggja dagstovnaøkið. Fyri meg hevur hetta verið ein bæði intens og gevandi tíð, men eg skilji væl, at tað kann tykjast skrumblut fyri foreldur, ið sjálvandi hugsa um sítt egna barn.
Fyrsta loysnin (dagstovnurin á Norðoyri), sum fyriliggur, er nú seinkaður í 4 vikur. Vit eru hørm um hetta, men tó fegnast vit samstundis um góðu loysnina, ið bíðar. At uttanflokkamaðurin illgitir, at seinkingin og kunningin er skipað út frá einari tilætlaðari undanførslu ella annað dult spæl, má uttanflokkamaðurin sjálvur svara fyri – men sagt verður “at tjóvur trýr, hvør maður stjelur”!
Mítt politiska handverk er grundað á haldgóðar skipanir, ið lyfta og bera inn í framtíðina. Tí hava vit í vár arbeitt í einum bólki við námsfrøðingum, lærarum og serfrøðingum, um hvussu vit skipa skiftið frá barnagarði inn í skúlan. Hetta arbeiðið er nú liðugt. Eftir summarfrítíðina verður arbeiðið tikið uppaftur, har dagstovnaøkið verður gjøgnumhugt saman við dugnaligu og konstruktivu fólkunum á dagstovnaøkinum.
Tá tað arbeiðið er liðugt í heyst, verður dagstovnaøkið og útbyggingarnar á dagstovnaøkinum lagdar í eina trygga og haldgóða legu, so vit sleppa undan órógvi á økinum – eitt órógv, ið starvsfólk og teir borgarar, sum tænastan umfatar, í ov langa tíð hava merkt.
Tíanverri er tað so, at henda politiska upprudding á dagstovnaøkinum órógvar nøkur foreldur, og tað harmar meg og okkum almikið. Vit hava tó sett inn, soleiðis at børnini skulu fáa bestu sømdir við dugnaligum starvsfólkum, ið geva okkara yngstu borgarum bestu menningarmøguleikar, og tað eri eg ikki í iva um, at bæði foreldur og uttanflokkamaðurin í Klaksvíkar býráð eru samd við mær í, at her fer ikki at halta!
Tykkum, foreldrum í Klaksvíkar kommunu, vil eg vissa um, at í heyst fyriliggur ein greið endalig ætlan um, hvussu vit tryggja nýklaktum foreldrum, ið koyra børn á stovn, hvussu tykkara barn ferðast ígjøgnum fyrstafloks dagstovnatænastuna hjá Klaksvíkar kommunu frá vøggustovu til skúlagátt!
Eg kann lova borgarunum øllum í Klaksvíkar kommunu, at eg fari ikki at seta spakan í nakran bøkk, har ongin tekning fyriliggur, einki graviloyvi fyriliggur og eingin verkætlan fyriliggur 5 minuttir í 12, tá hetta valskeiðið er runnið!
Tað undrar meg, at uttanflokkamaðurin, sum er ímyndin av hálvgjørdum verkætlanum, nú dittar sær at seta spurningar við eina verkætlan, ið verður einans 4 vikur seinkað! Dagstovnaøkið hevur betri uppborið enn at verða brúkt sum ein politisk kastibløka.
Eg skal vera tann fyrsti at ásanna, at tað ikki er perfekt, sum vit nú royna at gera eftir okkara besta førimuni, men eingin skal ivast um, at vit ynskja bara tað allarbesta fyri okkara uppvaksandi ættarlið og teirra foreldur
”Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga”, sigur orðatakið, og tí bæði vóni og vænti eg, at vit framyvir ístaðin kunnu taka tøk saman inn í eina framtíð, har dagstovnaøkið veruliga verður raðfest, so tað kann mennast og útbyggjast enn meir her í Klaksvíkar kommunu. Tað er leiðin fram ímóti, at vit skulu útvega bestu sømdir og tænastur til starvsfólk, børn og foreldur á hesum so týðandi øki.
Eyðstein Poulsen
Formaður børn & ung, Klaksvíkar Býráð