Vit mugu eisini seta nógv sterkari inn við fyribyrging, so færri ung koma so langt út, at tey kenna tørv á at rúsa seg burtur frá veruleikanum. Tey hava uppiborið so nógv betri.
✨ Í Fólkapoddinum tosar Bárður á Lakjuni við Lív Brúsá, sálarfrøðing hjá Bláa Krossi. Hon vísir á, at foreldrini eru lykilin, og at hugburðurin heima, saman við góðum, rúsfríum kørmum, hevur stóran týdning.
Skulu vit røkka teimum úrslitunum, sum Ísland hevur megnað, krevur tað betri vitan og nágreinilig hagtøl. Í 1990’unum tóku Íslendingar ESPAD-kanningarnar í ramasta álvara og settu málrættað inn, og tað gav sera góð úrslit.
❗️Tí eiga vit ikki at samanbera okkum við Danmark. Danmark er ikki ein fyrimynd, tá talan er um ung og rúsdrekka.
🇮🇸 Heldur eiga vit at gera sum Ísland í 1990’unum: Raðfesta vitan og seta málrættað inn, soleiðis at vit brúka pengarnar rætt og præcist.
🎧 Hoyr Fólkapoddin á Spotify:
https://open.spotify.com/episode/44HifdPVzrFVdgNjXTyYfT...
Og annars: Stóra takk fyri undirtøkuna í veljarakanningini.
Fólkaflokkurin
RSS Feed