NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Slóðbrótandi skeið í Parkinsonsjúku

27/10/2017

0 Comments

 
Billede
Skeiðið er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, og er skipað eftir leisti úr Danmark, har danska parkinsonfelagið saman við fakfólkum hava sett á stovn eina parkinsonsamskipara-útbúgving. 

Væntandi vitan um parkinsonsjúku hevur ofta við sær, at tann sjúki og familjan ikki fáa rætta hjálp í rættari tíð. Hetta ávirkar fyrst og fremst familjurnar, sum eru raktar av sjúkuni, men kann eisini hava fíggjarligar avleiðingar fyri heilsuverkið og kommunalu eldraøkini. Endamálið við skeiðnum er tískil, at:

-Menna dygdina í arbeiðnum hjá heilsustarvsfólkum í mun til vegleiðing, stuðul, rehabilitering, røkt og umsorgan fyri menniskjum við parkinsonsjúku og teirra avvarðandi í gerandisdegnum

-Styrkja og menna samstarvið tvørtur um fak og geirar fyri at tryggja, at menniskju við Parkinsonsjúku fáa eina so góða og samanhangandi sjúklinga- og/ella borgaragongd sum gjørligt

Fakfólk úr danska og føroyska heilsu- og almannaverkinum við servitan innan Parkinsonsjúku hava undirvíst á skeiðnum. Eisini hava sjúklingar og avvarðandi greitt frá, hvussu tað er at liva við parkinsonsjúku.

Luttakararnir starvast í størstan mun á kommunalu eldraøkjunum, men starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Lanssjúkrahúsinum hava eisini luttikið.

Fyriskipararnir vóna, at vitanin, heilsustarvsfólk hava ognað sær, fer at gagna menniskjum við parkinsonsjúku og familjunum, soleiðis at tey við rættari viðgerð og stuðli í størstan mun kunnu varðveita sínar førleikar og virkna leiklut í samfelagnum.

Virkishúsið Smæran í Klaksvík hevur verið karmur um skeiðið. Til prógvhandanina, fríggjadagin 27. oktober 2017, helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, røðu. Hann nevndi m.a. at týttleikin av parkinsonsjúku er høgur í Føroyum, og tí er hetta skeiðið eitt frambrot, sum slóðar fyri betri dygd innan øki.

Eisini Bergunn Kass, sum umboðaði Eldranevndina í Tórshavnar kommunu, nýtti høvið at minna fjøldina á, at sjúka ikki er nakað man er, men nakað man hevur. 

JáH (y) 28.10.2017
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

0 Comments



Leave a Reply.

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.