NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Øll tey trý sjúkrahúsini fingið dygdargóðkenning

26/10/2017

0 Comments

 
Billede
Landssjúkrahúsið hevur nú eisini fingið dygdargóðkenning – sokallaða akkreditering. Harvið lúka øll sjúkrahúsini tey dygdarkrøv, sum Den Danske Kvalitetsmodel setir.

“At hava eitt dygt og trygt sjúkrahúsverk er av alstórum týdningi í menningini av okkara samfelag. Eg fegnist um hesa dygdargóðkenning, okkara sjúkrahús nú hava fingið. Leiðslurnar og starvsfólkini hava við hesum fingið eitt uppiborið herðaklapp fyri tað megnar arbeiðið, tey hava gjørt í hesum sambandi”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.

Tað var í februar, at fólk frá óhefta danska stovninum IKAS vóru og kannaðu, um føroyska sjúkrahúsverkið lýkur tey altjóða dygdarkrøv, sum skipanin ásetir.

Longu í vár metti IKAS samanumtikið, at øll sjúkrahúsini høvdu eitt støði, at tey kundu fáa góðkenning. Tá varð Klaksvíkar sjúkrahús akkrediterað, meðan Suðuroyar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið fingu sonevnda fyribils akkreditering.

Suðuroyar sjúkrahús varð akkrediterað í juli og nú er Landssjúkrahúsið somuleiðis akkrediterað.

UM DYGDARGÓÐKENNING

Akkreditering - dygdargóðkenning - snýr seg um trygd og dygd. Hon hevur til endamáls at menna heilsuverkið og tryggja, at dygdin er á nóg høgum stigi.
Talan um eina tilgongd, har stovnarnir arbeiða við at liva upp til nøkur dygdarkrøv og verða við jøvnum millumbilum mett av einum óheftum fakligum toymi. Verður til dømis eitt sjúkrahús mett at liva upp til dygdarkrøvini, verður sjúkrahúsið góðkent og mett sum "akkrediterað"

JáH (y) 26.10.2017
Kelda: Heilsu- og Innlendismálaráðið

0 Comments



Leave a Reply.

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.